Trump vil hava atkvøður í Wisconsin taldar umaftur

Tað hava verið frásagnir um óreglulig viðurskifti í Wisconsin, heldur Trump, sum vil hava umteljing.

Donald Trump forseti vil alt fyri eitt krevja umteljing av atkvøðunum í svingstatinum Wisconsin í USA, har sera tætt er millum Trump og demokratiska avbjóðaran, Joe Biden.

Tað upplýsir kampanjuleiðarin hjá Trump, Bill Stepien.

– Tað hava verið fráboðanir um óregusemi í fleiri amtum í Wisconsin, sum setir álvarsamt spurnartekin við rættleikan av úrslitinum, sigur Bill Stepien í eini útsøgn.

I Wisconsin kann eitt valevni krevja umteljing av atkvøðunum, um viðkomandi er minni enn eitt prosentstig aftanfyri.

– Forsetin er væl innan fyri gáttina fyri at biða um umteljing, og tað fer hann at gera alt fyri eitt, sigur hann.

Um tað verður ein umteljing, er tað ikki fyrstu ferð í søguni hjá statinum. Tað hendi eisini so seint sum á forsetavalinum í 2016.

Sambært Scott Walker, sum var guvernørur í Wisconsin frá 2011 og til í fjør, førdi tað til, at 131 atkvøður afturat fóru til Donald Trump.

Wisconsin var tann staturin, har tað stríðið var tættast í 2016. Har fór Trump við sigrinum upp á minni enn eitt prosentstig. Og tað bendir á, at tað verður næsta eins tætt hesaferð – tó við fyrimuni til Demokratarnar.

Í gjárkvøldið okkara tíð, tá 95 prosent av atkvøðunum vóru taldar, stóð Joe Biden til 50 prosent av atkvøðunum, meðan Trump hevur 49 prosent.

Biden er á odda við umleið 20.000 atkvøðum.

Tað eru tíggju valmenn at vinna í Wisconsin, sum kunnu vera við til at gera av, hvør verður næst forseti í USA.

Tað er tó ikki einasti svingstatur, har tað í gjárkvøldið okkara tí enn vantaði ein vinnari.

Eisini í eitt nú Georgia, North Carolina og Pennsylvania er kappingin so jøvn, at truplt er at útnevna vinnaran.

Tað er tó óvist, um Donald Trump kann leingja sítt forsetaskeið í USA við fýra árum, ella um fyrrverandi varaforsetin kann sessast í Hvítu Húsunum.

/ritzau/Reuters

##med2##