Ein dómari í USA hevur gjørt av, at Donald Trump og amerikanska løgmálaráðið sleppa ikki at steðga útgávuni av endurminningunum hjá John Bolton, fyrrverandi trygdarráðgeva.
John Bolton hevur havt hópin av størvum í skiftandi amerikanskum stjórnum, og seinasti tittulin var trygdarráðgevi hjá Donald Trump frá apríl mánaða í 2018 til september í 2019.
Og tað er um tíðarskeiðið sum trygdarráðgevi, at John Bolton hevur valt at geva út endurminningarnar The Room Where It Happened. Í endurminningunum kemur Bolton við hvøssum atfinningum móti Trump forseta, og millum annað vil Bolton sambært BBC vera við, at Trump var mest av øllum áhugaður í at verða afturvaldur nú í september, og at tað hevði stóra ávirkan á, hvussu hann tók avgerðir.
Donald Trump og løgmálaráðið hava roynt at fingið sett forboð fyri, at endurminningarnar kundu útgevast. Grundarlagið fyri forboðnum er sambært stjórnini, at Bolton brýtur sína tagnarskyldu sum fyrrverandi trygdarráðgevi, tí at endurminningarnar eru ikki góðkendar av amerikansku fregnartænastunum, sum slíkar endurminningar annars skulu vera. Sostatt, sigur Trump stjórnin, eru endurminningarnar ein hóttan móti amerikansku trygdini, tí týðandi upplýsingar kunnu røkka almenninginum, ið ikki skulu vera almennar.
Løgfrøðingarnir hjá Bolton vilja hinvegin vera við, at endurminningarnar hava fingið alla ta gjøgnumgongd frá fregnarmyndugleikunum, ið eru neyðugar, og at royndin at seta forboð fyri útgávuni er í roynd og veru ein roynd at bøta um umdømi hjá Donald Trump.
Royce Lambert, dómari í Washington DC, segði í úrskurðinum, at tað kundi væl hugsast, at endurminningarnar kundu gera skaða á trygd og umdømi hjá USA, men at av tí at bókin longu var á goymslum í bókhandlum um allan heim, og at eintøk vóru eisini at finna á netinum, so var skaðin longu gjørdur, og tað gav sostatt lítla meining at seta forboð fyri bókini.











