Trump á sjúkrahús við korona

- Hann er troyttur, men hevur gott mót, sigur lækni hansara, Sean P. Conley.

 

Í morgun gjørdist greitt, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fingið staðfest covid-19 smittu, og í kvøld vita útlendskir miðlar at siga, at forsetin er lagdur inn á sjúkrahús. Sambært amerikanskum miðlum sigur lækni hansara, at forsetin er troyttur, men at hann hevur gott mót.

Fleiri amerikanskir miðlar vita eisini at siga, at Donald Trump nú er lagdur inn á sjúkrahús.

Á Walter Reed National Military Medical Center skal sambært amerikanskum miðlum metast um, hvønn heilivág forsetin skal hava, og læknin hjá forsetanum sigur, at tað er ein røð av serfrøðingum, sum fylgja støðuni hjá Donald Trump.

- Hann er troyttur, men hevur gott mót, sigur lækni hansara, Sean P. Conley. Keldur hjá New York Times eins og aðrir amerikanskir miðlar vita at siga, at forsetin hevur fingið nakað av fepri, og hann hostar.

Sean P. Conley sigur, at forsetin hevur fingið ymiskan heilivág, og hann hevur eisini fingið vitaminur og pínulinnandi. Kona hansara, Melania Trump, hevur eisini fingið staðfest covid-19 og tey stig, sum verða tikin, nú sjúkan hevur rakt, verða tikin í samráð millum forsetan og serfrøðina.

Sambært amerikanskum miðlum sigur Melania Trump, at hon hevur veik sjúkueyðkenni, men følir seg rímiliga væl. 

##med2##