Trump krevur 20 milliónir frá pornostjørnu

Pornostjørna skal hava fingið 130.000 dollarar fyri at tiga um, at hon hevur fjasast við Donald Trump

Pornostjørna skal hava fingið 130.000 dollarar fyri ikki at tiga um, at hon hevur fjasast við Donald Trump

 

Sambært advokatinum hjá forsetanum hevur Stormy Daniels brotið avtaluna einar 20 ferðir og skal gjalda við kassa 1.

 

Advokaturin hjá Donald Trump, Michael Cohen, krevur, at pornosjónleikarin Stormy Daniels skal gjalda minst 20 milliónir dollarar fyri fleiri brot á eina trúnaðaravtalu.

 

Sambært Stromy Daniels snúði avtalan seg um, at hon ikki mátti siga almenninginum frá, at hon og forsetin hava fjasast.

 

Eitt av starvsfólkunum á advokatskrivstovuni hjá Michael Cohen lat í gjár inn eitt rættardokument. Her sæst, at Stormy Daniels hevur brotið treytirnar í avtaluni »minst 20 ferðir«.

 

– Í avtaluni vóru ásetingar um endurgjaldsupphædd upp á eina millión dollarar fyri hvørja ferð avtalan varð brotin, stendur í skjalinum.

 

Stormy Daniels skrivaði undir trúnaðaravtaluna og fekk 130.000 dollarar stutt fyri amerikanska forsetavalið í 2016.

 

Advokaturin hjá Stormy Daniels, Michael Avenatti, gjørdi viðmerkingar á Twitter í gjár:

 

– At vit hava ein sitandi forseta, sum jagstrar 20 milliónir dollarar í følskum »endurgjaldskrøvum« ímóti einum privatum borgara, sum bara vil siga almenninginum sannleikan, er merkisvert, skrivar hann.

 

– Tað er helst ikki fyrr hent í landsins søgu. Vit vilja ikki steðga, og vit vilja ikki lata okkum hótta, leggur advokaturin afturat.

 

Sjónvarpsstøðin CNN hevði í gjár samrøðu við Michael Avenatti. Her greiddi hann millum annað frá, at pornostjørnan hevur fingið hóttanir.

 

– Klientur mín var kropsliga hótt at halda munn um tað, sum hon visti um Donald Trump, sigur Avenatti.

 

Hann leggur afturat, at Daniels vil siga meira um hóttanirnar í samrøðu við CBS, sum verður send seinni í mánaðinum.

 

Talsmenn í Hvítu Húsunum hava fleiri ferðir roynt at sleppa undan at svara spurningum um søgurnar um smbandið millum Donald Trump og pornustjørnuna, sum hann skal hava fjasast við.

 

Málið kann fáa týdning fyri stuðulin hjá forsetanum frá veljarum úr religiøsum bólkum, sum vóru teir, sum gjørdu, at hann kundi taka øll á bóli og vinna forsetavalið í 2016.

 

/ritzau/AFP