Trump heldur at Zelenskyj læt kríggið byrja

- Tað merkir tó ikki, at eg ikki vil hjálpa honum, tí eg havi stórar kenslur fyri ukrainum, sigur Donald Trump.

Fyrrverandi amerikanski forsetin og forsetavalevni, Donald Trump, heldur, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, eigur at taka ein part av skyldini fyri, at kríggið í Ukraina byrjaði.

 

Donald Trump hevur fleiri ferðir funnist at ukrainska forsetanum fyri, at hann ikki hevur megnað at endað kríggið móti Russlandi.

 

Í gjár fór fyrrverandi amerikanski forsetin eitt stig longri í einum podkasti við Patrick Bet-David.

 

Her sigur Donald Trump, at hóast tað var Russland, sum gjørdi innrás í Ukraina, eigur Volodymyr Zelenskyj sín lut í, at kríggið byrjaði.

 

- Tað merkir tó ikki, at eg ikki vil hjálpa honum, tí eg havi stórar kenslur fyri ukrainum. Men, hann skuldi ongantíð havt latið kríggið byrjað, sigur Donald Trump.

 

Á einum fundi við fyrrverandi amerikanska forsetan í New York í september greiddi Volodymyr Zelenskyj Donald Trump frá sínari sigursætlan fyri Ukraina.

 

Eftir fundin  søgdu bæði Zelenskyj og Trump, at teir høvdu havt góðar samrøður sínámillum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.