Trump gjørdist sigursharrin

Eingin væntaði, at hann hevði ein kjans, men Trump mótprógvaði øllum serfrøðingum.

- Hetta er vakurt ting at hyggja eftir, og eitt vakurt ting at skoða. Vit fara at gera Amerika stórt aftur, segði Donald Trump í nátt til stóran fagna frá sínum fjepparum.


Fagnaðurin mundi heldur ongan enda tikið millum Trump fjepparar í nátt, tá tað gjørdist nærum 100 prosent vist, at tað verður Donald Trump og eingin annar, ið verður republikanska valevni til forsetavalið.


Í nátt avgjørdi nevniliga Ted Cruz, einasti veruligi kappingarneytin hjá Donald Trump, at taka seg úr valstríðnum.


Um tað ikki var so, at flestu evropearar eru bebbaræddir við tankanum um, at Donald Trump tekur við valdinum í USA, so hevði sigurin hjá Donald Trump helst verður nevndur sum eitt satt ævintýr. Fyri bara einum ári síðani, var tað eingin, minst av øllum politiskir serfrøðingar, ið mettu at Donald Trump hevði nakran møguleika at gerast valevnið hjá republikanarunum.


Tað er kanska heldur ikki so løgið, tí Donald Trump er fyrsta valevni hjá republikanarunum, ið als ongar politiskar royndir hevur, síðani Dwight Eisenhower gjørdist forsetavalevnið hjá republikanarunum í 1952.


Men í nátt gjørdist so greitt, at av teimum tólv valevnunum, ið vóru við til fyrsta undanvalið, so eru tað nú einans bara tvey eftir.


John Kasich, ið hevur sum so ongan stuðul, og Donald Trump, ið higartil hevur trumlað alla mótstøðu niður.