Í einari samrøðu sigur amerikanski forsetin, at hann er 100 prosent vísir í, at USA fer at "fáa" Grønland.
- Vit fara at fáa Grønland - ja, tað eri eg 100 prosent vísir í, sigur hann í einari samrøðu við NBC News.
Forsetin greiðir tó ikki nærri frá, hvussu hann heldur, at hetta skal fara at eydnast hjá USA.
Kortini sigur hann, at tað eru góðir møguleikar fyri hesum - uttan at brúka hervald, men hann útilokar ikki, at tað kann gerast neyðugt.
Spurdur, hvønn boðskap hann heldur, at hetta sendir Russlandi og restini av heiminum, sigur forsetin:
- Tað hugsi eg í veruleikanum ikki um. Tað rakar ikki meg. Grønland er nakað heilt annað, tað er heilt øðvísi.
Donald Trump leggu aftrat, at hetta snýr seg um altjóða frið.
- Hetta snýr seg um altjóða trygd og styrki, sigur amerikanski forsetin, tá hann verður spurdur av NBC News.
Samrøðan við Donald Trump var dagin eftir, at amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, hevði verið á vitjan í Grønlandi.