Trummuspælarin sum gekk egnar vegir

Høgni Lisberg hevur seinastu tvey árini roynt seg á egnum veingjum, og hann er um at verða klárur við sínari næstu fløgu

Høgni Lisberg kom fram í føroyskum tónleiki sum trummuspælari í bólkinum Clickhaze, sum í nøkur ár var nakað av tí besta og mest spennandi, sum føroyskur tónleikur kundi bjóða.
Men eftir at bólkurin gavst at spæla, hevur Høgni Lisberg roynt seg solist. Hann skrivar, spælir og syngur sínar egnu sangir, og tað hevur longu ført hann út í heim at spæla og taka upp.
Fyrsta útgávan hjá honum kom í november mánaði 2003, og tann næsta er á veg.
Høgni Lisberg hevur verið í Lundgaard Studio í Danmark og tikið upp, og fløgan hjá honum verður ljóðblandað av Luc Van Acker í Belgia. Hetta arbeiðið er um at verða liðugt nú, og um stutta tíð verður nýggja fløgan hjá Høgna tí at fáa.
Jens L. Thomsen er aftur hesaferð nærmasti samstarvsfelagin hjá Høgna Lisberg, men afturat teimum eru eisini aðrir føroyskir tónleikarar við á útgávuni ? millum annað Hans Poulsen, Allan Tausen og Jana Hjalgrímsdóttir.

Spælir burturi og heima
Síðani fyrsta útgávan hjá Høgna Lisberg kom á gøturnar, hevur hann spælt til nógvar konsertir í Føroyum og uttanlands.
Hann hevur millum annað verið á konsertferð í Sveis, sum eydnaðist sera væl, og sum gav honum góðar kontaktir í tónleikalívinum har.
Nógvar internetsíður og tíðarrit hava eisini ummælt fløguna hjá Høgna Lisberg, og hann hevur fingið nógv góð orð fyri sín tónleik. Seinasta ummælið stóð at lesa í blaðnum Loop.
? Røddin hjá Høgna Lisberg gevur tær eina heita kenslu av tryggleika. Tónleikurin hjá honum er stundum so vakur, at tú sært ein mynd fyri tær av eini livandi og blómandi ong við seyðafylgi, skrivar ummælarin hjá Loop.
Og hesar myndir kunnu hoyrast í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.