Truckerfestivalurin hevur gjørt avtalu við Klaksvíkar Kommunu, um at hava festivalin í Klaksvík í ár. Tað verður upplýst í tíðindaskrivi. Samstundis hevur Truckerfestivalurin gjørt avtalu við Føroya Shell, um at hava sjálvan festivalin á økinum við Shellstøðina í Klaksvík - á sama stað har Føroya Sjómannadagur er. Leif Eliasen sigur í stuttari viðmerking, at nú tá festivalurin er voksin seg so stóran, so var tíðin búgvin at umhugsa alt konseptið av nýggjum, og tá Klaksvíkar Kommuna beinanvegin vísti stóran vilja til eitt framtíðar samstarv, so var avgerðin ikki torfør at taka. Undirtøkan fyri festivalinum er voksin hvørt árið, og í ár vænta fyrireikararnir at tað koma yvir 100 stórir bilar til festivalin.