Í ár verður Trucker Festivalurin aftur hildin saman við Norðoyastevnuni í Klaksvík. Tað eru nú trý ár síðan Trucker Festivalurin var seinast.
Festivalurin var í mong ár eitt afturvendandi tiltak. Fyrstu ferð var í 2003, tá festivalurin varð hildin í Runavík. Har var hann til 2008, tá hann varð fluttur til Klaksvíkar. Onkuntíð hava verið yvir 70 bilar á Trucker Festivalinum.
Trucker Festivalurin 2013 verður leygardagin 1. og sunnudagin 2. juni. Fyrireikararnir, Leif Eliasen og Hugo Skorastein, siga, at longu nú eru fleiri bilar teknaðir til. Á festivalinum verða nógvir flottir bilar, bæði nýggir og gamlir bilar sum t.d. ein gamal Bedford frá 1951, sum er tann elsti bilurin, ið nakrantíð hevur luttikið á Trucker Festivalinum.










