Trucker Festivalurin framskundaður

Trucker Festivalurin, sum vanliga er í august, er framskundaður til fyrst í juni. Sum nakað nýtt verður ein flottur showbilur við á festivalinum.

Eins og í fjør verður Trucker Festivalurin í Klaksvík, men hesaferð verður hann 6-7 juni, ístaðin fyri í august, sum hevur verið vanligt.


Ein orsøkin til at festvalurin er framskundaður er, at tað er eydnast fáa fatur á einum sonevndum showbili til festivalin í juni. Bilurin hevði ikki kunna komi í august, tí tá er størsti truckerfestivalur í Norðurlondum, Nordic Trophy. Eisini hevur ynski verið frammi um at hava festivalin á Norðoyastevnu. Hetta er gjørt í samráð við Carsten Nielsen (sum eigur showbilin), Klaksvíkar Býráð og NFÍ.


Í sambandið við at Trucker Festivalurin tekur hendan showbilin heim, hava fyriskipararnir eina sms-kapping (lutaseðil) koyrandi við hópin av vinningum. Lutaseðil kann ognast við at senda ”lastbil ” til 1919. Hvørt sms-ið kostar 15 krónur + vanligan sms takst. Vinningarnir er at síggja á: www.trucker.fo


Tilmeldingin fer fram á tel. 281992, 590260 ella við at senda teldupost til: trucker@trucker.fo – hugo@trucker.fo – leif@trucker.fo