Í morgun ringdu fólk til løgregluna tí tey høvdu illgruna um, at ein bilførari koyrdi fullur norður ígjøgnum Kollafjørð
Tað var ein bilførari, ið koyrdu aftan fyri, ið ringdu til løgregluna og greiddu frá, at bilførarin sløðraði so illa eftir vegnum, tey tey høvdu illgruna um at hann koyrdi við kenning.
Løgreglan fór at kanna málið, men áðrenn tey komu fram, hevði bilførarin rent á ein garð og slapp ikki avstað aftur. Løgreglan sigur, at hann koyrdi tvørtur um vegin og í ein garð í vinstru síðu. Men hann var so heppin, at ongin bilur kom suður eftir ímóti honum.
Men tá ið løgreglan fekk samband við bilføraran, vísti tað seg, at hann var blanka edrúur. Hinvegin var hann so deyðatroyttur, at hann kláraði ikki at halda beina kós eftir vegnum.
Men løgreglan veit ikki, hví hann varð so deyðatroyttur, ella, hví hann var farin í bilin, hóast hann nóg illa kláraði at halda seg vaknan.
Øll vita at tað ólógligt at koyra bil við kenning. Men ein bilførari, sum er troyttur, ella er um at sovna, er eisini til vanda fyri ferðsluna. So tað er eisini ólógligt at koyra tá ið ein er so troyttur, ella overvaður, at ein er til vanda fyri aðra ferðslu.
Og løgreglan sigur, at í hesum føri missur bilførarin helst koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann verður noyddur at taka tað av nýggjum, bæði teori og koyring, annars missur hann tað.