Troyttir av landsstýrinum: Umhugsa at kasta frá sær

? Vit hvørki orka ella tíma at stríðast meiri. So tá ið avgerðin er fallin, fari eg at at umhugsa støðuna, og so kann tað væl henda, at eg komi bara til ta niðurstøðu, at tað er frægast at sigur Jósup Henriksen, sum er formaður í felagnum hjá lemmatrolarunum

?Hetta er blivið so troyttandi, og so møtimikið, at spurningurin er, um vit ikki bara fara at blaka frá okkum.

Jósup Henriksen, formaður í felagnum fyri lemmatrolarar, er so uppøstur av fiskivinnupolitikkinum hjá sitandi landsstýrið, at hann sigur, at nú er tað blivið ein spurningur um teir skulu gevast ella ikki.

Tað, sum hann hugsar um, er spøkilsi, sum aftur nú er komið undan kavi um at tvinga lemmatrolararnar upp í fiskidagaskipanina.

? Hetta uppskotið avdúkar so dyggiliga, at tað er evna til av fólki, sum førir fiskivinnupolitikk á einum skrivaraborði, uttan at hava minstu hóming av, hvat tað ber í sær at fiska undir Føroyum.

Landsstýrið ætlar, at teir minnu lemmatrolararnar skulu fáa 100 fiskidagar á innaru leiðum og teir størru trolararnir skulu fáa 80 dagar. Men hvør dagur á innaru leiðum kunnu býtast um við fýra dagar á ytru leið.

? Bara hetta vísir betri enn nakað annað, hvussu illa umhugsað uppskotið hjá landsstýrinum er, tí sjálvandi skuldu teir teir størru trolararnir havt fleiri fiski døgum enn teir smærru, tí teir eru meiri úti.


Troyttast inn at sálini

Jósup Henriksen sigur, at tað eru nú trý ár síðani, at ætlanin tók seg upp at fáa lemmatrolararnar upp í fiskidagaskipanina - við so fáum døgum sum gjørligt.

? Síðani hevur hetta ligið og hótt okkum hvørt ár, og nú er tað farið at troytta okkum inn at sálini.

?Spurningurin er, um vit ikki nú eru komin har til, at tað er longst sum best bara at kasta frá sær.

?Vit tíma ikki at ferðast til Havnar á fund í tíð og úrtíð á fundir við stovnar og nevndir um at fáa loyvi at fiska.

?Er ætlanin at fáa lemmatrolararnar burtur, er tað ongin trupulleiki, tí so fara teir burtur.

? Tað hevur ongan týdning fyri okkum sjálvar, tí vit skulu nokk fáa kans onkustaðni- um ikki annað, so við onkrum útlendskum skipi.

?Men teir, sum halda, at fíggjarliga úrslitið, hjá skipunum, sum verður eftir, fer at batna, um helvtin av flotanum fer burturúr, teir hava ikki skil fyri fiskiskapi.

Jósup Henriksen sigur, at allir, sum fiska, teir vita, at fiskurin undir Føroyum stendur so spjaddur, og flytir seg so nógv, at tað krevur stór orka at fáa hann til høldar.

? Í Barentshavinum kundu vit liggja í vikur á sama stað og fiska, uttan at flyta okkum meir enn ein fjórðing hendaveg ella handaveg.

?Men undir Føroyum eru tað hitabroytingar, og onnur viðurskifti, sum gera, at fiskurin stendur ongantíð í stað og bátarnir mugu flyta seg tíma fyri tíma.

Formaðurin í felagnum fyri lemmatrolarum vísir eisini á, at teir fiska fisk, sum annars ikki kemur til høldar.

? Men verður flotin av lemmatroalrum skerdur, so kann tann fiskurin verða meiri til týskarar og aðrar at fiska fyri okkum, heldur Jósup Henriksen speiskliga fyri.

Hann vísir eisini á, at tað er trupult hjá lemmatrolarunum at býta fiskidagarnar sundur í innaru og ytru leiðir, tí tað er so ofta, at teir noyðast eitt sindur inn um ringin eftir upsa og kongafiski, tá ið hesin flytir seg.

Hann leggur afturat, at fara lemmatrolarar burturúr flotanum, verður tað ein vanlukka fyri tey øki í landinum, sum teir eru knýttir til, eitt nú fyri Suðuroynna og fyri Vágoynna.


Bíða eftir úrslitinum

Jósup Henriksen sigur, at hann heldur, at teir, sum eiga lemmatrolararnar, eru nú komnir til ta niðurstøðu, at tað er ein politisk avgerð, at trolararnir skulu upp í fiskidagaskipanina og at tað nyttar lítið at stríðast ímóti.

? Vit eru farin at troyttast av at hava hetta hangandi yvir høvdinum á okkum ár eftir ár. Tí ætla vit at royna at fáa sum frægast burturúr.

?Vit eru komnir til tað niðurstøðu, at nú skulu vit bíða eftir úrslitinum, og so taka vit avleiðingarnar aftaná.

?Eg sigi fyri meg, at tá ið úrslitið fyriliggur, fari eg at at umhugsa støðuna, um vit skulu gevast, ella um vit skulu halda á.

Og tað kann væl vera, at eg komi til ta niðurstøðu, at tað loysir seg ikki at blíva við.ða konsentratión. Tá eg í einum dysti skuldi gera onkrar bjargingar, so skuldi eg eisini gera tær. Og tað leggi eg framvegis stóra vekt á - málmann skulu vera klárir og teir skulu konsentrera seg allan dystin.

Í 1981 flutti Clemence úr Liverpool og til Tottenham, har hann síðani spældi til hann gjørdist 39 ára gamal.

- Seinasti dysturin hjá mær í Liverpool var Europa Cup finalan ímóti Real Madrid í 1981. Dysturin var spældur í Paris, og frammanfyri 50.000 áskoðarum vunnu vit 1-0. Fólk trúðu ikki sínum egnu oyrum, tá tey hoyrdu, at eg skuldu flyta úr Liverpool eftir ein slíkan dyst.

- Men eg tók avgerðina í skiftirúminum eftir hendan dystinum, tí meðan spælararnir drukku sjampanju og vóru í góðum lag, uppfataði eg tað heila sum ein vanligan dyst. Tá ásannaði eg, at eg hevði brúk fyri nýggjum avbjóðingum fyri at fáa meira burtur úr persónliga. Tá ein europeisku finalan verður bara ein vanligur dystur fyri teg, so verður tú noyddur at leita eftir eini nýggjari avbjóðing onkra aðrastaðni, og tað gjørdi eg í Tottenham.

Í Tottenham var Ray Clemence við til at vinna ensku steypakappingina, og í 1984 vann Tottenham UEFA Cup kappingina. Men annars vóru sigrarnir ikki at samanlíkna við tað, sum hann hevði vunnið í Liverpool.

Clemence spældi 61 landsdystir á enska landsliðnum, og tað gjørdi hann samstundis, sum hann kappaðist við eitt annað kent navn, Peter Shilton. Í 1983 gavst Clemence á landsliðnum, og tá høvdu hann og Shilton spælt nøkunlunda líka nógvar landsdystir. Shilton helt fram á landsliðnum, og hann spældi samanlagt yvir 120 landsdystir.

- Um annar av okkum ikki var málverji, so hevði hin spælt so nógvar landsdystir, sum eingin hevði kunnað samanlíka seg við, heldur Clemence.


Friðarligt í Føroyum

Hóast hann hevur ferðast nógv, er hetta fyrsta ferðin, at Ray Clemence er í Føroyum.

- Mær dámar væl her. Eg havi skilt á lagnum, at tit hava ikki havt slíkt turrveður í 100 ár, so eg havi verð heppin. Hitin hevur verið góður, og tað hevur verið lítið av vindi. Fólk eru sera fyrikomandi og blíð, og her er so friðarligt og vakurt.

- Vit gingu ein túr í býnum í dag, og tað er munur á her og í London, har eg búgva. Har gongur alt so skjótt fyri seg, fólk eru stressað og havi ikki stundir til nakað. Her tykist alt at ganga eitt sindur spakuligari fyri seg, sigur hann.

Hóast hann hevur nógv ár á baki innan fótbólt, so ætlar hann sær at halda fram. Í løtuni er hann málmansvenjari, men hann útilokar ikki, at hann einaferð í framtíðini verður venjari hjá onkrum felagi í Englandi.

- Fótbóltur hevur verið mítt lív, so einfalt er tað. Eg elski fótbóltsspælið og ynski framvegis at vera ein partur av tí við øllum tí, sum fylgir við.

- Tað er ein ítróttur, sum fer við nógvari tíð, og fótbólturin leggur nógvar forðingar fyri tínum vanliga sosiala lívi, tí tú ert nógv burturstaddur og tú hevur ongantíð frí um vikuskiftini. Og sjálvt tá tú ert venjari, mást tú offra nakað. Men eg havi fingið nógv burtur úr at vera fótbóltspælari, eg havi lært nógv, ferðast kring heimin, og eg møtt nógvum fólki, sum eg annars ikki hevði møtt, sigur Clemence.

Í morgin fer hann heimaftur til Onglands, og tá kann hann samstundis halda sín føðingardag nummar 53.

Málmanskempan úr Onglandi.




Myndatekstir:


- Fótbóltur er ein fantastiskur ítróttur, og eg havi brúkt stóran part av lívi mínum upp á fótbólt. Tá kroppurin so boðar frá, at hann ikki klárar at spæla meira, so er tað frálíkt at kunna verða verðandi innan fótbóltheimin og geva víðari tað, sum eg havi lært og upplivað, sigur Ray Clemence. Mynd: Jonhard Hammer


- Tey 14 árini í Liverpool góvu mær mínar størstu løtur innan fótbólti. Eg spældi saman við nógvum góðum spælarum, og vit vunnu nógv, sigur tiltikni málverjin úr Onglandi. Mynd: Jonhard Hammer



Ray Clemence vardi málið hjá Liverpool, tá felagið var tað mest vinnandi í enskum fótbólti í sjeytiárunum. Hann spældi eisini í Tottenham og 61 ferðir á enska landsliðnum mentanarpallinum. Innan tónleik, yrking, sjónleik, málningalist, handverk og aðra skapandi list - í ítrótti - grógva nýggjar blómur fram allastaðni. Sum hóast trong kor skapa virðir, sum ongin hevði trúð gjørlig. Í fjør: 40 fløgur við upprunaligum føroyskum tónleiki. Tað hevði svarað til, at meira enn 10 upprunaligar fløguútgávur komu út í okkara størru norðurlendsku grannalondum ? um dagin. Føroysk symfoni. Kórsangur á altjóða støði. Framsýningar, handverk og list. Altjóða úrslit í ítrótti.

Vinnuliga skínur morgunsólin bjartari enn nakrantíð. Okkara fiskivinna er nú um at gerast ein sjálvstøðug vinna, sum klárar seg uttan studning. Tað, sum mong hildu ikki fór at bera til, tað bar til. Fólkini í alivinnuni hava lagt lunnar undir eina vinnu, sum nú er ein stórur partur av okkara tjóðarinntøku. Tað, sum mong hildu ikki fór at eydnast, tá sjúka og húsagangir herjaðu, tað hevur eydnast.

Eisini landsbúskaparliga er morgun í Føroyum.

Okkara ovurhonds stóra og skammiliga uttanlandsskuld, sum var ein standandi áminning um tað ábyrgdarloysi sum valdað hevði, verður afturgoldin við rúkandi ferð.

Yvirskotið hjá tí almenna nú er nærum líka stórt sum blokkstuðulin úr Danmark. Tað manglar bara heilt lítið í at vit klára at svara hvørjum sítt við teimum virðum, sum verða skapt við okkara egnu framleiðslu.

Vit síggja nú at tað ikki er nøkur náttúrulóg at føroyingar mugu lyftast og stuðlast og matast fyri at klára seg. Fara vit skilvíst og hóvliga fram, so klára vit at standa á okkara egnu beinum sum aðrar tjóðir. Vit fara sjálvsagt klára at gjalda fyri okkara egnu vælferð, fyri okkara eldru og hava ábyrgd fyri teimum, ið tørva hjálp. Alt annað er óvirðiligt og sjálvsøkið.


Vit hava framíhjárættindi

Og fólkaræðisliga lýsir fyri degi:

Ein grundlógarnevnd situr og smíðar ein karm um okkara samfelag, sum skal vera grundaður á okkara egnu søguligu og mentanarligu virði.

Úr teimum virðum, sum vit fagna á ólavsøku, skulu hesi fólk evna ein hornastein, sum skal vera sjálvt tað politiska grundarlagið undir okkara samfelag í framtíðini. Tey viðgera tey grundleggjandi virðini fyri okkara fólkaræði, okkara ábyrgd og samstarv við aðrar tjóðir og umsitingina av okkara virðum.

Vit fara øll at kunna taka støðu til uppskotið.

Hetta er í veruleikanum eitt privilegium ? ein framíhjárættur, sum er fáum ættarliðum og fólki beskorin. Tað leggur eina stóra ábyrgd á okkum og tað er upp til okkum, hvussu vit velja at taka við henni.

Vit liva í eini spennandi tíð. Tað er morgun í Føroyum. Lat okkum halda ólavsøkuna her mitt í sjónum. Her mitt í øllum vøtnum. Og lat okkum eisini eftir ólavsøku fáa tað at syngja, at vit eru her.

Góða ólavsøku.


Høgni Hoydal