Aftur í dag hevur tað verið ógvuliga trupult og langdrigið hjá teimum, sum hava ætlað sær í Sandoynna við bili. Tá Teistin, sum røkir farleiðina um Skopunarfjørð, hevur loyst seinnapartin í dag og í kvøld, hava nógvir bilar staðið eftir á Gomlurætt.
Henda eina túrin, sum myndin vísir, stóðu so nógvir bilar eftir - heilir 49 í tali - at bilarøðin hevði verið upp í meira enn ein Teista aftrat. Um eingir stórir bilar eru, tekur Teistin stívliga 30 persónbilar.
Tá soleiðis er, sum í dag, at fleiri bilar standa eftir, enn strandfaraskipið yvirhøvur tekur, noyðist tú sum ferðandi at biða eftir einari fráfaringartíð, sum liggur fleiri tímar frammi. Tað kann kennast rættiliga langdrigið.
Í morgin verður seinsummardagur hildin á Sandi, og hetta kann hava gjørt sítt til, at so nógv ferðafólk hava leitað sær í Sandoynna í dag. Men, tað er ikki bara, tá tiltøk eru, at tað stendur á hjá Teistanum at klára allan flutningin um Skopunarfjørð til tíðina. Hetta hendir javnan, eisini onkrar túrar mitt í viku.