Skulu Føroyar mennast, skal Havnin styrkjast. Hesum arbeiða vit fyri hvønn dag.
Tað er einki dulsmál, at stórur tørvur er á grundstykkjum í Tórshavnar kommunu. Á bíðilistanum eru nú omanfyri 300 fólk.
Íløguætlanin fyri 2014 verður nú viðgjørd. At kalla allir býráðslimir taka undir við, at grundstykkir eru ein trotvøra í okkara kommunu.
Av somu orsøk fer umsitingin nú undir at kanna, hvar mest fæst fyri minst. Ætlanin er at fáa útivið 100 nýggj grundstykkir. Útboðið skal vera áhugavert, og prísurin skal vera sømiligur.
Ein fjølbroyttur bústaðarmarknaður er ein neyðug íløga í framtíðina. Tað er eitt neyðugt átak fyri at fáa bilbugt við fólkafráflytingina, sum stendur við og versnar.
Ein útstykking ber somuleiðis við sær hópin av arbeiði til byggivinnuna, sum eisini gagnar føroyska samfelagnum.
Stendur tað til mín skal henda verkætlanin fremjast sum skjótast, so vit kunnu bjóða enn fleiri fólkum í kommununa.
Skulu Føroya mennast, skal Havnin styrkjast. Tað vita vit.
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur