Tróndur í Gøtu við stórari last

Í morgun byrjaði Tróndur í Gøtu at landa í Fuglafirði, og skipið hevur eina stóra last av svartkjafti.

Havsbrún í Fuglafirði hevur keypt fleiri svartkjaftalastir í ár, og virkið hevur eisini keypt lodnulastir. Hetta kemur væl við í mjøl-og fóðurframleiðsluni hjá virkinum.

 

Tað eru bæði føroysk, norsk, íslendsk og írsk skip, sum higartil í ár hava landað svartkjaft og lodnu til virkið í Fuglafirði.

 

Klokkan 10 í morgun byrjaði Tróndur í Gøtu at landa í Fuglafirði, og skipið hevur heili 2600 tons av svartkjafti.

 

Herfyri hevði Havsbrún keypt umleið 55.000 tonsum av ráfiski higartil í ár, og nú nøkur skip hava landað síðan, liggur samlaða ráfiskanøgdin í ár um eini 60.000 tons.