Tromsø víðari

Rúni Weihe og liðfelagar hansara megnaðu at vinna sær næstfremsta plássið í Top Teams Cup. Holte við Bárði Mikkelsen mátti siga farvæl eftir hetta umfarið

Flogbóltur

Um vikuskiftið varð næsta umfarið í Top Teams Cup kappingini í flogbólti leikt. Hendan kapping er at rokna sum Europa-Cup kappingin í flogbólti, og úr einum føroyskum sjónarhorni var hugaligt at staðfesta, at ikki færri enn tvey útisetalið vóru við.

Í Finnlandi vóru Runi Weihe og Tromsø í bólki við vertunum úr Tampere og so einum moldaviskum og einum írskum liði. Mett varð undan hesum, at Tromsø var nóg sterkt til at vinna sær næst fremsta plássið í bólkinum, og hetta vísti seg eisini at halda.
Dysturin móti moldaviska liðnum varð mettur sum lykladysturin her, og tað eydnaðist eisini Rúna og teimum at vinna hendan. Írskur flogbóltur er á væl lægri støði enn norskur, so her hevði Tromsø ongar trupulleikar, meðan teir hinvegin ongan møguleika høvdu móti finsku vertunum.
Við øðrum plássinum heldur Tromsø sostatt fram í Europa, men nú er talan so um CEV Cup. Hendan kappingin er at rokna sum UEFA-Cup kappingin í fótbólti. Ein trupulleiki her kann tó verða, hvørt Tromsø yvir høvur hevur ráð at taka lut. Til dystirnar í Finnlandi hevði felagið bert ráð at senda níggju leikarar avstað, men við Útvarpið sunnudagin helt Rúni Weihe tó fyri, at tey í felagnum roknaðu við, at tað skuldi bera til fíggjarliga eisini.

Holte tapti
Eisini Holte við Bárði Mikkelsen var sum sagt partur í Top-Teams kappingini, men her gekk ikki eins væl.
Holte var í Letlandi, har dystir skuldu leikast móti einum letlendskum, einum ungverskum og einum svenskum liði, og Bárður og teir taptu í øllum trimum førum. Serliga móti letlendska liðnum var talan um greitt tap, tó at Holte í øðrum setti var væl við. Dysturin móti ungverska liðnum endaði somuleiðis 0-3, meðan tað hinvegin eydnaðist Holte at taka eitt sett móti svium. Hetta minkaði munin til 1-2, men við einum 25-23 sigri í seinasta settinum megnaðu sviar so kortini at taka stigini, so í hesum umfarinum bleiv talan um eitt skjótt farvæl til Holte.