- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Okkurt parið landar fyrst í hesi vikuni og onnur koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin hjá partrolarunum roynist ikki.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, sum verður ísaður umborð. Teir koma inn at landa seinni í vikuni. Onkur djúpvatnstrolari, sum frystir veiðina umborð, er eisini til fiskiskap.
Nú veðrið er so óstøðugt og keðiligt, liggja allir teir smáu trolbátarnir. Teir fara út aftur, tá veðurlíkindini verða betri.
- Tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði. Teir hava brúkiligan fiskiskap og koma væntandi inn at landa seinni í vikuni, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.










