Trolbátar skapa virksemi í Leirvík

- Trolbátarnir hava stóran og altavgerandi týdning fyri virksemið hjá Norðfra og Fo-Fish, sigur stjórin, Kaj Otto Frederiksberg.

- Trolbátarnir, sum eru heimahoyrandi í Leirvík og teir, sum koma til bygdar at landa, hava stóran og altavgerandi týdning fyri virksemið hjá Norðfra og Fo-Fish.

 

Tað sigur Kaj Otto Frederiksberg, stjóri í Fo-Fish og Norðfra.

 

Í vikuni hava fleiri trolbátar landað í Leirvík, og í stuttum kann sigast, at bátarnir hava gjørt góðar túrar og fingið nógvan fisk.

 

- Umframt, at vit hava landingarmiðstøð, levera vit eisini ís til skip og bátar, og skal tað vera lønandi at hava slíkt virksemi koyrandi, er neyðugt við skipum, bátum og fiski.

 

Kaj Otto Frederiksberg vísir á, at Búgvin í vikuni hevur landað 20.000 pund av havtasku, sum teir fingu á Skeivabanka, og síðan hava nakrir trolbátar eisini verið við toski, hýsu og upsa.

 

- Olga Maria og Jens Leon, sum byrjaðu at fiska seinasta sunnudag, vóru inni í ivkuni við 70.000 pundum hvør, fullir undir lúkurnar.

 

Hann sigur, at Olga Maria og Jens Leon høvdu umleið 40.000 pund av toski hvør, og síðan var meginparturin av restini upsi og hýsa og kanska eini 2000 pund av flatfiski hvør.

 

Tá In.fo skifti orð við Kaj Otto Frederiksberg hósmorgunin, visti hann at siga, at trolbáturin Sigatindur eisini var á veg inn at landa, og teir høvdu í minsta lagi 70.000 pund av toski, upsa og hýsu.

 

- Henda túrin hava trolbátarnir serliga fiskað í einum geira í ein landnyrðing úr Fugloynni, segði hann.

 

In.fo kann leggja aftrat, at aðrir trolbátar, sum hava landað aðrastaðni enn í Leirvík, eisini hava gjørt roktúrar.