Trolbátar óføra góðan fiskiskap

Afturvendandi er, at tað verður latið heldur illa - ella misjavnt - at fiskiveiðini undir Føroyum, men her er tó ikki bara neyð og elendigheit.

 

Afturvendandi er, at tað verður latið heldur illa - ella misjavnt - at fiskiveiðini undir Føroyumm men tað eru eisini løtur ella tíðarskeið, har tað bragdar, og fiskur er at fáa.

 

Teir tríggir trolbátarnir, sum løgdu veiðina upp í Leirvík mánadagin, høvdu havt góðan fiskiskap á túrinum. Sum skilst, royndu bátarnir norðan fyri, og meginparturin av veiðini henda túrin var toskur.

 

Trolbátarnir høvdu havt umleið seks hál í part, tá teir komu inn at landa. Størstu nøgdina hevði Olga Maria, góð 31.000 pund, Jens Leon hevði góð 27.000 og Sigatindur, fyrrverandi Hansa Maria, hevði sløk 27.000 pund.