Trolbátar fáa nógva havtasku

Í dag eru átta partrolarapør til fiskiskap, og væntandi koma øll skipini inn at landa í næstu viku.

Í dag eru átta partrolarapør til fiskiskap, og á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fýra av pørum koma inn at landa fyrst í næstu viku. Hini skipini koma, sum næsta vika gongur.

 

Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin hjá partrolarunum er misjavnur. Tað merkir - ivaleyst - at skipini hava onkur góð hál inn ímillum. Upsaveiðan er rættiliga skiftandi.

 

Í dag er bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap. Hann er nýliga byrjaður túr og kemur tí neyvan inn at landa í næstu viku.

 

- Fýra trolbátar eru úti, og teir fiska allir havtasku. Fiskiskapurin hjá bátunum er góður, og væntandi koma allir inn at landa fyrst í vikuni sum kemur. er gott.

 

Lagt verður aftrat, at fýra garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er misjavnur, men ætlanin er, at allir koma inn at landa í næstu viku.