TROLARAFLOTIN LIGGUR
Jónsvein Knudsen er formaður í Felagnum Trolskip, og hann er eisini næstformaður í Føroya Reiðarafelag.
Hann var fryntligur, men lítillátin, tá vit hittu hann á máli í morgun.
- Nei, enn er eingin avtala komin upp á pláss millum Felagið Trolskip og manningarfeløgini. Tosað hevur verið millum partarnar, men vit eru ikki komin á mál.
Jónsvein Knudsen segði í morgun, at eingin beinleiðis fundur er avtalaður, men kortini væntar hann, at tað fer ikki at ganga long tíð, til partrolararnir aftur kunnu loysa.
- Oljan er hin brennandi spurningurin, tí økti oljuprísirnir tyngja skiparaksturin so ómetaliga nógv.
Spurdur, nær hann væntar, at ein sáttmáli kemur upp á pláss, sigur Jónsvein Knudsen, at tað er trupult at meta um, men hann ásannar samstundis, at skipini kunnu ikki liggja ”forever”, sum hann tekur til.
- Eg veit einki nýtt í morgun, men vit vóna sjálvsagt, at ein loysn eisini fæst fyri partrolararnar, áðrenn alt ov long tíð gongur, sigur Jónsvein Knudsen.
Royna aftur
Sum skilst, verður aftur í dag roynt at loysa ósemjuna um sáttmálaviðurskiftini í trolaraflotanum.
Umframt at Felagið Trolskip enn ikki er komið til sættis við manningarfeløgini, er heldur ikki nýggjur sáttmáli fingin í lag millum manningarfeløgini og Felagið Lemmatrolarar, sum eru teir størru ísfiskatrolararnir.
Nógv hevur verið tosað saman í vikuskiftinum, og sum skilst, ætla partarnir aftur at tosa saman í dag.
Teir, sum eiga lemmatrolararnar, skuldu sessast við fundarborðið í morgun, og sum skilst skuldi aftur fundur verða klokkan 13 í dag.
Manningarfeløgini hava sagt seg sinnað at lækka býtisprosentið í bólkinum hjá lemmatrolarunum úr 27 niður í 25,5%, men teir, sum eiga lemmatrolararnir, hildu hetta ikki vera nøktandi.
Avtalurnar, sum longu eru komnar upp á pláss, eru millum manningarfeløg og teir, sum eiga uppisjóvarskipini og millum manningarfeløgini og teir, sum eiga línuskipini.