Trolarar fiska tosk á Rygginum

Vesturvarði var í Saltangará hósdagin við 110.000-120.000 pundum, harav meginparturin av veiðini var toskur, sum teir høvdu fingið á Rygginum millum Føroyar og Íslands.
- Hetta er ikki føroyskur toskur, sum skipini fáa, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari á Fiskavirking í Saltangará

Fiskivinna

Nógvur fiskur er komin uppá land í Saltangará hesar seinastu dagarnar.
Fiskavirking hevur landað tilsamans fýra trolarar, sum hava fingið væl av upsa og toski.
Á virkinum hava tey nóg mikið av fiski niðurfyri til ein part av mánadegnum eisini.

Upsi og toskur

Tíðliga í vikuni landaði Safir 120.000-125.000 pund, harav eini 90.000 pund var upsi.
Síðan vóru Akranes og Dragasund, fyrrverandi Topas og Sardis, inni við umleið 200.000 pundum, harav upsin var 140.000 pund.
At enda var Vesturvarði inni hósdagin við 110.000-120.000 pundum av fiski. Av hesum var 16.000-20.000 pund upsi, meðan restin var toskur, hýsa og onnur fiskasløg.

Á Rygginum

Jason Johannesen, virkisleiðari á Fiskavirking í Saltangará, sigur, at fleiri trolarar hava roynt á Rygginum millum Føroyar og Ísland í seinastuni. Har hevur væl av toski at fingið, men hetta er ikki sami toskur, sum vanliga fæst undir Føroyum.
- Nei, hetta er íslandstoskur ? og ikki føroyskur, sigur Jason.
Hann vísir á, at hetta annars er hampiliga góður fiskur.

Upsin størri

Virkisleiðarin sigur, at upsin, sum skipini eru komin við hesa sienastu vikuna, hevur verið væl betri, enn upsin annars hevur verið í heyst.
Jason heldur, at skipini hava roynt at fingið fatur á frægari upsa, og tað hevur so eydnast teimum í seinastuni.
Á Fiskavirking í Saltangará arbeiða tey bara upsa, og tí fer toskurin, sum landaður verður í Saltangará, til onnur virkir.
Jason Johannesen sigur, at tað ger góðan mun, at upsin nú hevur verið frægari, tí hann hevur annars verið so ógvuliga smáur í langa tíð.
- Vit hava havt nóg mikið at gera í alt heyst, sigur virkisleiðarin at enda.