Nú er lív aftur á Oyrargjógv. Tað skrivar Jóanis Nielsen á síni heimasíðu.
Í gjár komu tveir stórir lastbilar við einum troli hjá Tróndi í Gøtu til Oyrargjáar. Trolið varð spent út frá gomlu ferjuleguni á Oyrargjógv og heimeftir vegnum - stívliga 600 metrar heim.
Tað er fyritøkan SÍLNET í Gøtu, sum skal umvæla trolið hjá uppisjóvarskipinum í Gøtu.
- Tróndur í Gøtu er í løtuni á Fuglafirði eftir nýggjum troli, tí umvælingin kemur at taka nakrar dagar, veit Jóanis Nielsen at siga.