Tað hevur gingið væl við rávøru í Fugafirði higartil í ár og bæði Pelagos, sum frystir makrel, sild og lodnu til matna og Havsbrún, sum virkar fóður úr svartkjafti, hava keypt nógvan fisk.
- Í byrjanini av árinum, tá skipini vóru á makrelveiði, keypti Pelagos fleiri lastir, og nú skipini hava verið á lodnuveiði í íslendskum sjógvi, hevur virkið keypt fleiri lastir við lodnu.
Tað veit havnarmeistarin í Fuglafirði, Rólant Højsted, at siga. Hann vísir á, at umframt Høgaberg, sum hevur gjørt nakrar lodnutúrar, hava norsk nótaskip eisini landað lodnu í Fuglafirði.
- Skipini, sum fiska svartkjaft vestur úr Írlandi, hava seinastu tíðina fingið nógvan fisk. Tróndur í Gøtu er júst liðugur at landa. Um midnáttarleitið fara teir at landa Fagraberg, og í annaðkvøld sleppur Norðingur framat.
Rólant Højsted veit at siga, at Tróndur í Gøtu hevði millum 2500 og 2600 tons og Fagraberg, sum landar í løtuni, hevur nakað tað sama. Norðingur hevur eisini fulla last, sløk 2000 tons.
- Eg siti ikki við landingartølunum beint við hondina, men eg veit, at tað er væl meira uppsjóvarfiskur komin upp á land í Fuglafirði higartil í ár í mun til somu tíð í fjør, sigur havnarmeistarin.