- Vit hava havt hall. Men roknskapurin fyri 2012 skal javnviga, hevur ovasti myndugleikin í Heimamissiónini avgjørt. Semja er somuleiðis um, at frá komandi ári verður undirskot ikki fíggjað av uppspardum peningi.
Undirskotið seinastu árini hevur tært av peninginum, sum í síni tíð varð settur av til serlig endamál – ein grunnur, sum varð stovnaður, tá Tórshavnar Sjómansheim varð selt og ein grunnur til útbygging av Leguhúsinum í Nesvík.
Fleiri umleggingarnar av størvum verða eisini gjørdar. Millum annað verður starvið sum ungdómsráðgevi verandi ósett til 2013. Boðanarleiðarin broytir starvsheiti til missiónsskrivari og fær ábyrgd fyri marknaðarføringini. Í triðja lagi verður starvið sum fyristøðumaður í leguhúsinum niðurlagt.
- Hetta verður alt framt fyri at trimma Heimamissiónina til fíggjarliga veruleikan og fyri betri at vera før fyri at møta framtíðar avbjóðingum í missión, verður sagt.