Tríggjar kvinnur og tríggir menn vilja í nevndina

Starvsmannafelagið á fundi við Fíggjarmálaráðið

Áhugin at vera valdur í nevndina í Starvsmannafelagnum er óvanliga stórur hesaferð. Hetta varð greitt, tá ið uppstillingarfreistin var úti á miðnátt.

 

Starvsmannafelagið boðar frá, at tað verður rættulig kapping um nevndarsessirnar, sum standa fyri vali á áðalfundi Starvsmannafelagsins 5. mars.

 

– Sjáldan, um yvirhøvur nakrantíð fyrr, hevur áhugin, at stilla upp verið so stórur sum í ár, skrivar felagið.

 

Tríggjar kvinnur og tríggir menn bjóða seg fram, og skulu tey kappast um tveir nevndarsessir, sum standa fyri valið hesaferð.

 

Tey, sum stilla upp eru hesi:

 

  • Gunnar Hjelm, starvast á Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum.
  • Harald H. Haraldsen, starvast á Landssjúkrahúsinum. 
  • Alma Hansen, starvast á Tannlæknastovuni hjá Tórshavnar Kommunu. 
  • Karin Jacobsen, starvast hjá Tórshavnar kommunu. 
  • Jóngerð Simonsen, starvast á Akstovuni. 
  • Hilmar Augustinussen, starvast á Gjaldstovuni.  

 

Nevndarlimir verða valdir fyri trý ár í senn, og frammanundan er greitt, at tveir nevndarsessir skulu mannast av nýggjum á aðalfundinum 5. mars.

 

Nevndarvalið verður á aðalfundinum í Norðurlandahúsinum 5. mars, og tá verður somuleiðis formansval á skránni.

 

Sum nakað nýtt skipar Starvsmannafelagið hesaferð fyri talgildum undanvali til formans- og nevndarvalini. Hetta er eitt høvi hjá limum felagsins, ið ikki koma á aðalfundin at greiða atkvøðu.

 

Undanvalið byrjar 15. februar og til ber at velja til fríggjadagin 4 mars. kl. 15.

 

Starvsmannafelagið á fundi við Fíggjarmálaráðið

Starvsmannafelagið á fundi við Fíggjarmálaráðið

Starvsmannafelagið á fundi við Fíggjarmálaráðið

Starvsmannafelagið á fundi við Fíggjarmálaráðið

Starvsmannafelagið á fundi við Fíggjarmálaráðið