Tríggjar ferðir Suarez

Uttan Lionel Messi og Neymar, so traðkaði Luis Suarez til og sendi Barcelona í HM finaluna

FC Barcelona er saman við River Plate í finaluni í World Club Cup, sum HM kappingin fyri lið. FC Barcelona vann í dag 3-0 á kinesiska Guangzhou Evergrande.

 

Les eisini:Ongin Messi í dag

 

Uttan Lionel Messi og Neymar á liðnum, so var tað upp til Luis Suare at ganga á odda. Tað gjørdi hann eisini, tí hann skoraði øll trý málini hjá Barcelona.

 

Hann legði Barcelona á odda í fyrra hálvleiki, tá hann var fyrstur returin, eftir skoti frá Ivan Rakitic. Í seinna hálvleiki legði Andres Iniesta upp til 2-0 málið, áðrenn Luis Suarez skoraði fyri triðju ferð upp í slag, tá sendi brotsspark í málið.

 

Sostatt eru FC Barcelona og River Plate í finlauni, sum somuleiðis verður spæld í Japan.