Bygdaráðið í Nes kommunu hevur samtykt óbroytt skattaprosent fyri 2014, nevniliga 20,5 prosent.
Men, sambært fundarfrásøgnini í samband við viðgerðina av skattaprosentinum, sum kann lesast á heimasíðuni www.nes.fo undir bygdaráðsfundir, vildu tríggir bygdaráðslimir, Mortan Højgaard, Niclas Davidsen og Jákup Olsen, at skatturin í kommununi skuldi hækka við einum prosenti.
Soleiðis, sum in.fo hevur skilt, hevur togan verið í bygdaráðnum um hetta mál, men tá saman um kom, eydnaðist tað fíggjarnevndini at fáa meiriluta í bygdaráðnum fyri at varðveita verandi skattaprosent.
Í fíggjarnevndini hildu tey, at hetta er ikki rætta løtan til at hækka skattin og soleiðis at leggja enn størri byrðar á borgararnar.
Tað var Mortan Højgaard, sum skjeyt upp, at skattaprosentið skuldi hækka við einum prosenti, og hesum tóku Niclas Davidsen og Jákup Olsen í fyrsti syfti undir við. Tey fýra, sum vóru ímóti, vóru Jóhannus Danielsen, Súnfríð Jacobsen, Súni í Hjøllum og Elin á Torkilsheyggi.
Tá saman um kom, fekk tilmælið hjá fíggjarnevndini um, at skattaprosentið verður óbroytt - 20,5 prosent - seks atkvøður, og tá tóku Niclas Davidsen og Jákup Olsen eisini undir við tilmælinum. Nú var eingin ímóti, men atkvøðan hjá Mortani Højgaard var blonk.