Tríggir koyrdu ov skjótt

Tá politiið leygardagin gjørdi ferðkanningar í Hvalvík, vóru tríggir bilførarar skrivaðir í bókina fyri at koyra ov skjótt

Eingin teirra koyrdi oman fyri 110 km/t, sum er markið fyri at missa koyrikortið á landsvegi, har ferðin ikki skal fara upp um 80 km/t. Hesir bilførarar fáa eina bót.

Fríggjadagin gjørdi politiið eisini § 13 kanningar í R. C. Effersøesgøtu í Havn.

Tíggju av bilunum vóru ikki í lagi, og fáa teir eisini eina heilsan frá politinum

Leygardagin varð eisini ein persónur tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka