Húsfrúgvin í Húsavík, hvalspýggjur og føroyska rósan.
Tað eru myndevnini í trimum nýggjum frímerkjum, Postsa gevur út í dag.
Frímerki við Húsfrúnni á, hvur Edward Fuglø teknað. - Søgnin um Húsfrúnna í Húsavík er um eina vesælagentu í Skúvoy, sum í dreymi fær kunnleika til hvar gullhornið hjá Sigmundi Brestissyni er grivið niður, sigur Posta.
- Hon fær so ríka samsýning frá kongi fyri gullhornið, at hon kann keypa alla jørðina í Húsavík og aðrastaðni á Sandoy við, so hon gerst ríkasta kvinna, ið hevur livað í Føroyum.
Myndirnar til frímerki við hvalspýggjum á, hevur kavarin, Ingi Sørensen, tikið á niðri á havsins botni
Hvalspýggjurnar á frímerkjunum eru ein vanlig hvalspýggja, levsa, havsljós og Gurkuhvalspýggja.
Myndina av føroysku rósini, sum er á tí triðja frímerkinum, hevur Jens-Kjeld Jensen, tikið.
- Skógrøkt Landsins tók fræ av rósuni í Haldarsvík, og tað er teimum fyri at takka, at vit enn kunnu síggja Føroya einastu rósu.
- Rósan blómar ikki á hvørjum ári, so vit gleðast, hvørja ferð, vit síggja eina blómu, sigur Posta.
|