Tríggir danir doyðu, tá ein seglblátur, sum sigldi undir donskum flaggi, hálvdist í dag umleið ein kilometur úr strondini í Portugál.
Tað upplýsa portugisiskir sjóferðslumyndugleikar fyri portugisisku tíðindastovuni Lusa.
Báturin skolaði á land á eini strond við Santa Cruz norðan fyri Lissabon.
Fýra perósonar – tveir menn og tvær kvinnur – eru funnin deyð nærindis bátinum. Trý teirra eru danir, upplýsir talsmaðurin Jose Sousa Luis frá portugisisku sjóferðslumyndugleikanum fyri Lusa. Einki verður sagt um samleikan hjá teimum deyðu. Hvørki aldur ella hvaðani í Danmark tey koma frá, og tí er ógreitt, hvørji tey eru.
Tann fjórði deyði persónurin er enn ikki eyðmerktur.
Í fyrstu syftu varð boðað frá, at tríggir persónar vórðu deyðir, men í sambandi við kanninginga bátinum og arbeiðinum við at bjarga honum, var tann fjórði persónurin funnin, verður upplýst.
Seglbáturin stevndi út úr eini havn í býnum Peniche í morgun, verður sagt.
Ein talsmaður fyri sjóferðslumyndugleikarnar sigur við portugisiska miðilin Publico, at tey fingu fráboðan frá bátinum klokkan 11.08, og at ein bjargingarbátur varð sendur av stað alt fyri eitt og ein tryla fleyg út ímóti bátinum.
Tað hevur verið ringt veður við portugisisku strondina seinastu dagarnar av ódnina Ciran.
/ritzau/