Triði javnleikurin á rað hjá Kaj Leo og liðfeløgunum

Njarðvík leikti í dag sjeynda javnleikin hetta kappingarárið

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Njarðvík spældu í dag dyst á útivølli móti ÍR í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Triðja dystin á rað og fyri sjeyndu ferð hetta kappingarárið endaði tað við javnleiki hjá Njarðvík.

 

Oumar Diouck fekk Njarðvík á sigurskós í 59. minutti, men 10 minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var farin javnaði ÍR til 1-1. 

 

ÍR-Njarðvík 1-1 (0-1)

0-1 Oumar Diouck ('59)

1-1 Marc McAusland ('80)

 

Njarðvík er nummar fýra í deildini við 28 stigum fyri 18 dystir. ÍBV er fremst í deildini við 35 stigum. 

 

Liðið sum endar fremst flytur beinleiðis upp í bestu deildina. Liðini sum enda millum nummar tvey og fimm spæla dystir um uppflyting til bestu deildina.

 

Komandi hóskvøld klokkan 19 tekur Njarðvík móti botnliðnum, Grótta á heimavølli.