Lagið er einki serligt í EB/Streyma leguni. Í dag hevur oddaliðið í bestu fótbóltsdeildini lagt rygg til 2-1 tap í Gundadali ímóti B36.
Hetta var triðja tapið á rað hjá EB/Streymi, sum undan dagsins dysti hevði tapt í Fuglafirði og Gøtu.
Hanus Thorleifsson skoraði tvey mál fyri B36 í 1. hálvleiki. Beinanvegin eftir steðgin minkaði munurin til eitt mál, tá ið B36 gjørdi sjálvmál.
Í B36 er fagnaðurin stórur yvir sigurin. Men hann er ikki minst stórur um, at nýggi álopsspælarin í dag vísti, at tað kann gerast sannur fongur í honum.