Tað vakti ans fyrr í ár, tá Sambandsflokkurin lýsti eftir kvinnum, ið ynsktu at stilla upp fyri flokkin til løgtings- og fólkatingsvalini.
Og okkurt bendir á, at lýsingin riggaði, tí tá valevnislistin bleiv kunngjørdur á tíðindafundi hjá Sambandsflokkinum í morgun, vóru tríggjar fleiri kvinnur á listanum enn fyri fýra árum síðan. Formaðurin í Sambandsflokkinum er í hvørt fall sannførdur um, at lýsingin hevði eina ávirkan.
- Tað er eingin ivi um, at lýsingin hevur havt onkran virkna. Tað vóru fleiri kvinnur, ið gjørdu vart við seg tá, harav onkur teirra er á listanum nú. Tær høvdu nokk ikki verið har, um vit ikki lýstu eftir valevnum, sigur Bárður Nielsen.
Til løgtingsvalið fyri fýra árum síðan stillaði 30 valevnir upp fyri flokkin, men vóru einans 7 av teimum kvinnur.
Av teimum 29 valevnunum, ið flokkurin kunngjørdi í Smæruni í morgun, vóru 10 kvinnur. Tær eru Anja Haraldsen, Anna Falkenberg, Edva Jacobsen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Jensia Højgaard Kjærbæk, Meifríð Weihe Hansen, Nina Dahl, Rósa Samuelsen, Sunneva Simonsen Ludvig og Sunrið Traðará.
Sostatt er umboðanin av kvinnum á valevnislistanum hjá Sambandsflokkinum farin úr 23,3 prosent upp í 34,5 prosent.

Triðja hvørt valevni er ein kvinna

