Triðja borgarliga alternativið

Verður samgonga skipað mill­um Sambandsflokkin, Fólka­flokk­in og Sjálvstýrisflokkin – kanska stuðlað av Miðflokki og Fram­sókn, so verður hetta borg­ar­ligt alt­e­r­n­a­tiv fyri triðju ferð.

Fyrsta borgarliga sam­gong­an varð skip­að mill­um Sam­bandsflokkin og Fólk­a­flokk­in eftir valið í 1950. Eft­ir valið í 1954 kom Sjálv­stýr­is­flokk­urin uppí.
Næsta ferð borgarliga al­tern­a­tiv­ið slapp framat var, tá Pauli Ellefsen skip­aði sam­gongu sam­an við Fólkaflokkinum og Sjálv­stýrisflokkinum 5. januar í 1981 – og fer tað at eydnast hjá Kaj Leo Johannesen hesa­ferð, so verður tað borgarliga alt­ern­a­tiv­ið fyri triðju ferð.