Treytirnar eru knívsskornar

Støðan er meinlík eini finalu. Taparin í Klaksvík kann mest sum siga farvæl við Vodafone-deildina

Fótbóltur

 

Við trimum umførum eftir at spæla eru KÍ og 07 Vestur framvegis at finna undir niðurflytingarstrikuni.

Har hava bæði liðini verið størsta partin av árinum, og setningurin er sjálvandi at toga seg upp um strikuna, áðrenn 27. og seinasta umfarið verður blást av.

 

Kenna treytirnar

Tí er eingin ivi um, at spenningurin upp til dystin er stórur í báðum legunum, men onkursvegna er talan eisini um tvær legur, sum væl og virðiliga vita, hvussu veruleikin fungerar.

- Vit vita akkurát, hvar vit flóta. Mikukvøldið vístu vit eisini, at vit hava funnið útav, hvat skal til, og hjá okkum er einki annað at gera, enn at vinna dystin. So mugu vit síggja, hvussu leikur fer aðrastaðni, sigur Petur Mohr, sum stendur á odda fyri bjargingarroyndini hjá KÍ.

KÍ tóktist annars over and out eftir lúsingin í Fuglafirði seinasta leygardag, men arbeiðssigurin á Toftum kveikti aftur vónina, og venjarin dylur ikki fyri, at lagið í hópinum nú er væl betri.

- Vit eru sjálvandi væl fyri eftir dystin mikukvøldið. Hinvegin eru vit framvegis greiðir yvir, hvør støðan er, og so arbeiða vit út frá tí, sigur venjarin.

Um manningarlistan sigur Petur Mohr, at teir í øllum førum mugu vera leikbannað Høgna Madsen fyriuttan, eins og Jógvan Isaksen ikki er tøkur. Hann hevur nevnliga fingið lungnabruna.

Todi Jónsson fekk ikki verið við á Toftum, og hann er ivasamur til dystin hesaferð, og tað eru bæði Símun Joensen og Kristoffur Jacobsen eisini. Teir eru báðir plágaðir av skaða í lærkrikanum.

 

Tvingaðir at vinna

Hjá 07 Vesturi er støðan einki pettið betri, enn hon er hjá KÍ, og Tór-Ingar Akselsen dylur ikki fyri, at teir eisini kenna sínar treytir.

- Allir dystir eru sjálvandi eins á tann hátt, at teir eru truplir, men teir kunnu vinnast. Men tað er eingin ivi um, at vit skulu vinna hesaferð. Gera vit ikki tað, so er tað farvæl til fremstu deildina, so tað er eingin ivi um, hvørjum vit fara eftir. Hinvegin er tað eisini støðan hjá teimum, so vit vita, hvussu trupult tað verður, sigur Tór-Ingar.

07 Vestur hevur størsta partin av hópinum til reiðar til dystin sunnukvøldið. Mortan Lewis fekk tó reytt kort, eftir at dómarin hevði blást í floytuna fyri seinastu ferð mikukvøldið, og tí er hann leikbannaður. Og hartil er neyvan nakar hugsingur um, at Jovan Panic spælir aftur hetta kappingarárið, verður sagt.