Um níggjutíðina gjáramorgunin varð ein bilførari tikin fyri at koyra 102 km um tíman í Kaldbaksbotni. Hann fær umframt eina bót eisini klipp í koyrikortið.
Nakað seinni varð ein annar bilførari tikin í Kollfjarðadali, sum eisini koyrdi 102 km um tíman. Hann fær eisini klipp í koyrikortið og bót. Og um sama mundið verður ein tikin á tunnilsvegnum fyri at koyra 103 km um tíman. Hann fær eisini klipp í koyrikortið og bót.
Í Vágum var ein tikin fyri at koyra 119 km um tíman. Tað gevur beinleiðis treytaða frádøming av koyrikortinum umframt eina bót.
Eitt ferðsluóhapp var í Runavík í gjár, tá ein bilur koyrdi út fyri ein annan. Tann, ið koyrdi útfyri, helt, at hin ætlaði at snara, og tí koyrdi viðkomandi út.
Ein bilførari varð tikin fyri at koyra uttan førararætt. Koyrikortiði hjá viðkomandi var inndrigið í fjør, men hann varð ikki dømdur, og tí verður hann ikki skuldsettur fyri at koyra í frádømingartíðini, men fyri at koyra uttan førararætt.
At einda greiðir vaktleiðarin á politistøðin í Havn í morgin frá, at ein bilførari í gjárkvøldið ringdi og boðaði frá, at hann hevði koyrt á ein seyð á Oyrareingum.










