Árliga framsýningin hjá frítíðarundirvísingini í Sunda kommunu verður sunnudagin hin 22. mars.
- Framsýning verður í Skúlanum við Streymin frá klokkan 15 til 18, siga tey í Sunda kommunu.
Tað verður Hallgerð Hansen, forkvinna í trivnaðarnevndini í kommununi, sum fer at seta framsýningina.
- Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Sunda kommunu.










