Tveir 19 ára gamlir dreingir vórðu í Førya Rætti í morgun dømdir treytaðar dómar fyri hvør í sínum lag at hava framt siðamisbrot móti ungum gentum.
Í fyrra førinum fóru hendingarnar fram í tíðarskeiðinum 1. januar 2007 til 31. desember 2010, tá ákærdi drongurin var 14- 15 ár. Ákærdi játtaði seg sekan í at hava følt upp á tvær ungar gentur, onnur eitt syskinabarn og hin eitt sndur longur úti í familjuni.
Hetta stóð upp á í umleið fýra ár, til hann innsá, at tað, hann gjørdi, var skeivt.
Dómurin ljóðaði upp á treytað fongsul uttan revsiútmáling, og eina royndartíð upp á tvey ár.
Í seinna førinum var somuleiðis talan um ein 19 ára gamlan drong, sum viðgekk at vera farin inn í kamari hjá yngru hálvsystir síni og følt upp á hana einar 10-15 ferðir, meðan hon svav.
Hetta fór fram frá 2008 til august 2010, og helt uppat, tá drongurin flutti út.
Hesin unglingin varð dømdur 30 dagar treytaða fongsulsrevsing við royndartíð í tvey ár.