Áðrenn Trentemøller fer á pall við Múrin í dag, skrivar hann autografar á ungdómsdeild Eiks, har tiltak verður. Tiltakið byrjar klokkan 15 við vitjan av Trentemøller, sum skrivar autografar. Eisini verður tónleikur á altanini, har eitt nú Linda Andrews fer at syngja. Eisini luta tey burtur eitt backstage-pass, til at hitta Anna David. Kappingin og burturlutingin verða á staðnum. Aftaná ber til at ganga niðan í Gundadal, har bussar koyra beinleiðis til festivaløkið. Trentemøller hevur júst framført á Roskilde Festivalinum og fingið góð ummæli frá TV2 og Politiken.