Tragikomisk privatisering

Virgar T. Dalsgaard

Longu um tað mundið, táið fullveldismenn høvdu verið sína triðju ferð á Christiansborg og skiftivís trúttað, skiftivís biddað um loysing og suverenitet við eini sonevndari skiftistíð uppá fimtan ár; frættist at okkurt genialt fullveldishøvd, ja Guð hjálpi okkum í sjálvum embætismannaliðnum, hevði skrivað eitt klagu- og biddarabræv til ST ? allarhelst til sjálvan aðalskrivaran Kofi Annan, har Kofi sjálvur var biðin um beinanvegin at koma eftir Danmark, ella beita onkrum eftir dønum, tí danir vóru so malsjønskir, at teir ikki vildu gjalda rokningina fyri okkara »sjálvbjargni á høkjum« ? hóast øll onnur vildu hildið, at allarfyrsta treytin fyri sjálvbjargni og fullveldi er, at man rindar alla somlu rokningina sjálvur!
Hetta fjaðursára discount-projekt, sum Høgni Hoydal barslaði við, skuldi eitast at vera nýskapandi sjálvbjargnishugsjón, men var veruliga einki annað enn ein eufemisma fyri ússaligt, mannminkandi og óverdugt kraddaralyndi ella óforskammaða snultan, væl camouflerað sum loysing og suverenitetur uppá avbetaling! Men við suvereniteti er tað sum við graviditeti ? tað kann man bara vera heilt og fult ella als ikki! Antin er man uppá vegin ella er man ikki uppá vegin ? antin er man suverenur ella er man tað ikki! Og eingin er suverenur, sum skal hjálpast ella styðjast til tað!
Men tí Danmark ikki makkaði rætt eftir hoydalsmeting yvirfyri hesi ósympatisku pengaavpressing, ja, so fara menn hálvgrátandi út í verðina sum lippandi smádreingir at forklaga fyri ST við bønarskrivi! Vert er at hava í huga, at størri hjálandaveldi sum Ongland, Frankaríki og onnur ikki høvdu so frægt sum hirt at tosa við eitt av teirra hjálondum, um tey komu við so grovt óforskammaðum kravi ? teirra medoda var ofta tann, at teir svaraðu aftur við harðskapi, viðhvørt vápnum yvirfyri nógvar ferðir minni krøvum, enn vit stillaðu Danmark!
Men kortini vóru landsgongumenn so grovir og politiskt óseriøsir, at teir spældu firtnir og fóru og forklagaðu Danmark fyri ST! Hetta er tann skammiligasta politiska farca í føroyskari søgu higartil! Mitt í hesi ábyrgdarleysu farcu spældu og dansaðu ókritiskir, servilir og herðaklappandi journalistar ein vitleysan dance macabre! Projektið var deyðføtt og djúpt óseriøsur teenagarapolitikkur. Ei dáni í, at aðalblaðstjóri Politiken skrivaði, at »det færøske landsstyre kan ikke tages alvorligt«!
Alt vit og skil var koblað út! Miðlamenn gloyptu hvørjum rakstrarrópi í ráum líki ? tað var akkurát sum í Sovjetsamveldinum ? journalistarnir skrivaðu júst tað, sum makthavararnir vildu og einki annað, óansæð hvussu óbúgvið, deyðadømt og óseriøst alt projektið var! Eingin skepsis, einki forvitni, eingir naskir spurningar, og púra eingin kritikkur! Ja, ofta er veruleikin meira groteskt ótrúligur enn tann mest fantasifulli skaldskapur!

Famøsa ST-brævið
Men aftur til skrivið við ST-klaguni, har føroyska landsstýrið gremur seg um, at tað ikki fær sín vilja, hvørki við dønum ella við føroyskum veljarum.
Fáur maður trúði, at nakar embætismaður kundi vera so tápuligur, at hann setti navn sítt undir slíkt skammarskriv og sendi tað avstað. Hvør hevur givið einum meinigum skrivstovumanni moralskan rætt til at seta so radikal uttanríkisbrøv uttan um okkara lóggávuvald? Hvør hevur givið skrivstovumanningini hja útinnandi valdinum rætt til at reka privatan uttanlandspolitikk? Hvaðani hevur ein vanligur embætismaður í landsins stýri fingið mandat til hetta óvanliga stig?
Einhvør embætismaður má vita, at hann als einki moralskt mandat kundi hava til tílíkt brævaskifti, uttan at innihaldið í brævinum fyrst hevði verið viðgjørt í Løgtinginum og eftir góðum diplomatiskum siði áttu løgtingsmenn at havt høvi til at úttala seg í slíkum álvarsmáli!
Ella er tað so spinnandi galið, at embætismenn hava verið undir trýsti og vórðu tvingaðir til at fara útum sína náttúrligu kompetancu? Er tað veruliga soleiðis, sum onkur longu hevur insinuerað, at tað er sjálvur varaløgmaður, sum stóð aftanfyri, men bara av feikleika turkaði primeru ábyrgdina upp í brøkurnar hjá einum undirbrotligum embætismanni, ið ikki hevði nóg mikið av courage civile at siga kortanei til at verða misbrúktur sum postillon fatale?
Ministarin (orðið merkir tænari) hevur í øllum førum ta sekunderu ábyrgdina, tá ið hansara skrivstovufólk eru farin undir privatan uttanríkispolitikk! Hví fann Løgtingið seg í, at ministararnir í útinnandi valdinum, teir menn, sum skulu vera tænarar hjá lóggávu-valdinum, lata slíka privata uttanríkis-korrespondancu fara við borðinum! Eingin skal jú vera yvir, og eingin skal vera við síðuna av Løgtinginum! Soleiðis er ikki í dag ? løgtingið er reducerað til ein ráðgevingarstovn, sum næstan ikki verður konsulteraður!
Átti ein ministari ikki at verið koyrdur, táið hann letur sítt embætisverk fremja týðuligt siðabrot og kanska lógarbrot? Ella er hetta tað fyrsta symptomið uppá tann politistatin, har alt ber til, bara tað er vælsignað úr ráðaríka gehejme-kabinettinum í Tinganesi, úr tjóðveldisflokksins evsta ráði ella úr London? Sostatt er hetta fyrsta fráboðanin um eina serføroyska komandi totalitera tjóðveldisjura, sum varaløgmaður pønsar uppá at innføra við yvirtøku av løgregluni.
Í sovjettiska Kreml var eisini soleiðis, at tað útinnandi valdið, Central-komitéin avgjørdi alt, meðan tað lóggevandi valdið (Evsta Sovjettin) bara slapp at klappa, bukka og samtykkja tað, sum Kreml dikteraði!

Hvør stendur aftanfyri?
Men hvaðani fáa menn so steinørar tankar sum at fara og føra privatan flokspolitiskan uttanríkispolitikk av sínum eintingum? Ja, tað er ikki so ilt at gita, tí longu fyri nøkrum árum síðani skrivaði loysingarlærarin hjá varaløgmanni, harra Zacharias Wang fleiri margháttlig brøv til táverandi aðalskrivara STs, harra Boutros Boutros Ghali um at koma eftir Danmark, tí Danmark ikki vildi geva okkum loysing og plágaði okkum so ræðuliga illa við pengum! Hetta brævaskiftið millum Z. Wang og Boutros Boutros Ghali gjørdist tó einvegis korrespondanca, tí hann virdi ongantíð Zachariassi nakað svar. Tá umboðaði Zacharias Wang stórt sæð bara seg sjálvan og ikki landsins stýri, so fólka-rættsliga var skaðin og skommin til at liva við! Kverulantiskir figurar sum Zacharias W. finnast í allarflestu samfeløgum og mugu avgjørt hava sítt bræva-skrivifrælsi!
Men seinastu fimm árini hava ZWangs-tankar fingið eina renaissancu, síðani hesir løgnu tankar í álvara verða brúktir í sjálvum gehejme-kabinettinum í Tinganesi, og hartil eisini havt vunnið fótafesti í tí fjálga danska tjóðveldisreiðrinum, sum Tórbjørn Jacobsen hevur bygt sær og sínum inni á Christiansborg.
Seinastu tíðindi vilja vera við, at hesir tvangstankar á danska fólkatingi nærmast hava verið epidemiskir, tí tann verbali meginparturin av útnyrðingsbólkinum (teir eru tríggir í alt) gjørdist her í heystfrítíðini so hugtikin og tankagripin av ST-syndrominum, at hann sendi navnframa fólkatingsskrivara sín, Sjúrða Skaale saman við øðrum absolut væl-defineraðum føroyingum í næstan somu øði við donskum snarflúgvara til New Yorkar á ST-fund fyri, at teir persónliga kundu klaga Danmark fyri ómenniskjansliga kúging og brot á mannarættindi, tí tjóðveldisflokkurin ikki fekk sín vilja! Eru hetta vaksnir menn ella forkelaðir óvitar?
Nú eru ST-menn ikki sentimentalir ? teir eru vanir við so nógvan yvirgang, so ovurhonds nógva kúging og so herviligan skendsil kring allan knøttin, at teir sjálvandi vóru alfúsir at lurta eftir teimum kúgaðu føroysku umboðunum og øllum teimum donsku ræðuleikum, sum føroyingar vildu gremja seg um, sjálvt um ST menn vóru rættiliga ovfarnir yvir, at hoyra Danmark nevnt sum eitt kúgandi veldi næstan ájavnt við tey brutalu hjálandaveldini Ongland, Frankaríki, Spaniu og fleiri. Hetta vistu teir lítið og einki um, so tað er eyðsæð, at teir vóru sera forvitnir og stillaðu nógvar nærgangandi spurningar, men hin vegin hava ST-menn so mikið nógv um at vera, at tað skal ganga skjótt fyri seg undir samráðingum haryviri, t.d. við upprokning av brutalum yvirgangi og miskunnarleysari danskari politiskari forfylging. Teir eru kontantir ? alt skal fram í ljósið, alt skal avdúkast, hvussu sárt tað enn er! Ein kúginga-kanning er ikki retorikkur, men álvarsmál fyri hesar menn, og tí stilla teir sjálvsagt svíðandi harðar og pínligt brutalar spurningar.

Hypotetisk avhoyring av okkara monnum í New York
Tað fyrsta teir tí ætlandi beinanvegin vildu vita, var, hvussu nógvir føroyskir politiskir fangar sita beint nú í donskum fongslum og verða javnliga seigpíndir fyri sína áskoðanir.
Teir fiskaðu helst eisini eftir, hvussu nógvir løgtingsmenn úr loysingarliðinum eru kidnappaðir og innibyrgdir av dønum í dagavís.
So bóðu teir allarhelst um greið tøl fyri, hvussu nógvir føroyskir loysingarmenn eru rotnaðir upp í donskum fongslum ella føroyskum gegli seinastu hálvtrýss árini.
Teir vildu vita gjølla, hvussu nógvir føroyskir loysingarvinir javnliga verða skammbukaðir av donskum politivaldi, tá ið teir rópa rakstrarróp og ókvæmisorð móti dønum.
So vildu teir fegnir vita, hvussu nógvar føroyskar patriotar danir hava myrt av politiskum grundum seinastu øldina, ella bara í ár.
Teir kravdu eisini eksakt tøl fyri, hvussu nógvir religiøsir fullveldisføroyingar eru deyðir av hungri seinastu øld, og hvussu stórur pinkubarnadeyðin millum politiskt frelstar føroyingar er í mun til ófrelst sambandsfólk.
Síðani spurdu teir um, hvussu nógvir føroyskir loysingarmenn eru tortureraðir, blóðmeltaðir og andiliga niðurbrotnir í óhumskum donskum fangatippum seinastu tjúgu árini.
Eisini vildu teir vita, hvussu nógvar tjóðveldiskvinnur eru javnliga neyðtiknar av donskum yvirgangskroppum tann seinasta mansaldurin.
So fregnaðust teir um, hvussu nógv loysingarfólk í Føroyum eru vorðin heimleys, tí hús teirra eru brend ella rænd av eirindaleysum dønum.
So vildu teir vita, hvussu nógv danir nerva okkum við mentanarligari kúging; hava vit nakað talu- og skrivifrælsi, ella halda danir okkum burtur úr út- og sjónvarpi, bert tí vit ikki halda tað sama, sum teir teir.
Endiliga kravdu teir at síggja fotomyndir av øllum teimum massagravum, sum higartil eru funnar við líkum av nakkaskotnum tjóðveldismonnum síðani fólkaatkvøðuna í 1946.

Hypotetisk framhald av hoyringini um danska kúging
Um bert eini 3 til 4 av hesum punktum kundu skjalprógvast, er sanniliga talan um fúla danska kúging! Men táið ST-menn undir avhoyringini av sjálvbjargnisnevndini ikki kundu fáa nakra dokumentatión fyri eitt einasta av omanfyristandandi punktum, settu teir, sum vera man, knyklar í brýr og gjørdust heldur enn ikki risnir og spurdu, hvat í allari víðu verð hesir heimføðingarnir vildu í New York og fyri at vissa seg um, at tað ikki var okkurt, teir høvdu lopið um ella gloymt, fregnaðust teir altráir eftir fleiri upplýsingum:
Um føroyingar kanska vóru hundsaðir av dønum til serliga langa og drúgva hertænastu (okkara menn hveptu seg við at siga, at vit sleppa heilt undan verjuskyldu)
Um føroyingar vórðu serliga díktir undir í skatti við øgiligum gjøldum til danska statskassan (okkara menn kvígaðu seg við at siga, at vit heilt sleppa undan statsskatti, men tvørturímóti brandskatta flestu danskar vørur við ovurtolli)
Um føroyingar skuldu, eins og í nógvum øðrum londum, lata stórar peningaupphæddir fyri heilsuhjálp úr Danmark (okkara monnum dámdu lítið at siga, at vit fáa heilsuhjálp ókeypis á donskum sjúkrahúsum, men at vit spæla, at vit betala, tí vit fyrst fáa blokkstuðul úr Danmark til Landsstýrið, sum so um enn ofta treyðugt gevur okkum pening í hondina at betala donskum sjúkrahúsum við. Tað tænir okkara monnum til heiðurs, at teir ikki-plágaðu seriøsar ST-menn við hesum løgna serføroyska og bureaukratiska tjóðveldislogikki).
Um føroyingar skuldu lata nógvan pening fyri universitetsútbúgving í Danmark (nú vóru okkara menn heilt neyðstaddir ? teir fingu seg ikki til at siga, at vit ikki bara fáa útbúgvingina ókeypis, men okkara ungdómur fær danskan lestrarpening afturat, (fleiri túsund kr. um mánaðin) og eigur lut í heimsins bestu SU-skipan, sum okkara ungu eisini kunnu brúka í øðrum londum, har ungfólk sjálvi skulu gjalda fyri alla sína útbúgving).

Irriteraðir ST-menn
ST-menn ilskaðust meir og meir og gjørdu seg, umenn fólkaliga næstan inn á okkara stakkals kaldasveittandi diplomatar. Heilt galið mundi verið, tá ið ein ST-maður skjeyt upp, at vit kanska áttu at hildið eina fólkaatkøvðu um málið, og so fregnaðist hann ironiskt um ikki tað hevði verið demokratiskt ? (nú kom beinleiðis panikkur á okkara fjálturskotnu, nærmast helslignu sendimenn, tí teir vóru nevniliga ikki býttari enn so, at teir vóru nóg realistiskir til at vita, at vildi Danmark ikki geva okkum loysing, so vildi føroyski veljarin tað hvaðna minni, tí var bara eitt at gera ? tað var at lokka, lumpa og lirka málið við harraboðum gjøgnum ST).
Men ST-menn lata seg sjáldan lokka og heldur ikki manipulera, so her hava okkara neyðars diploneytar heilt forroknað seg!
Tí til allar hesar irriterandi, besverligu og nasku spurningar máttu teir ótolnu vældefineraðu, men danskt-kúgaðu føroysku sendimenn sjálvandi siga okkurt, teir sluppu ikki undan, hóast teir peiggjaðu ilskliga við Hvítu Bók: »Hjaah, nærmast, ja, faktiskt, satt at siga? tjaaah, ?vit vita ikki rættiliga nneei, helst einki ella eingin? Men ?LÍKA MIKIÐ danir kúga og eyðmýkja okkum hvønn gudsskapta dag við pengum ? teir grýta ikki minni enn eina heila milliard eftir okkum neyðars 50.000 fólkum um árið, og olju-filosoffurin Kjartan Hoydal sigur, at tað fáa vit hollendska sjúku av (og hann má jú vita, hvussu pínufult tað er, tí hann fær einsamallur meira enn eina hálva millión í høvdið um árið)! Og tessvegna skulu danir, ver so góðir bara halda uppat við fíggjarligu kúgingini, og tað krevja vit, at ST hjálpir okkum við nú, alt fyri eitt í stundini, náhhh«!

TÁ var meira enn ovboðið hjá ST-monnum. Nógvum idiotum høvdu teir møtt higartil! Og mong rukka hevði gjøgnum árini spilt teimum tíðina, men hetta var kortini dropin, sum fekk tað gylta ST-bikarið at flóta yvir eina heila blaðsíðu av sjálvari Hvítu Bók; ? so óseriøsar og forkelaðar vaksnar menn høvdu teir higartil hvørki hitt ella hoyrt um! Hvat skuldu teir annað enn rista við høvdinum ? her koma vælgøddir, vældæmdir menn við heimsins bestu fólkarættsligu skipan og loyva sær at fílast, meðan meginparturin av heimsins íbúgvum hungra, hava demokratiskt undirskot ella liggja socialt í andleypi.

ST er ikki ein sandkassi
ST-menn eru nevniliga vanir við at fáast við verulig álvarsmál sum hópdráp, fólkamorð, tortur, terror, neyðtøku og annan yvirgang á Balkan, í Ruanda, í Zaire, í Irak, í Palestina, í Tjetjenia, í Indonesia, á Timor, o.s.fr. ? og so koma politiskir óvitar, pubertilir føroyingar og spilla teirra kostbæru tíð við sínum mikroskopisku og láturligu pseudoproblemum! Í omanfyrinevndu londum er nevniliga ikki órímuligt at vera loysingarfólk, men í Føroyum er tað ein vitleys og ábyrgdarleys anakronisma!
Úrslitið var eisini, at útnyrðingslókarnir vóru skúgvaðir avstað aftur sum flongdir hundar og bidnir um sum skjótast fara og syrgja fyri fyrst at fáa eina innanhýsissemju heima hjá sær sjálvum og síðani við Danmark og ikki bera seg at sum illavorðnar óvitar!
Men skommina hava loysingarmenninir heimaftur í viðføri, og hon verður tíverri ikki bara teirra, men rakar alt tað føroyska fólkið! Tað verður seinur dagur, áðrenn tað verður gloymt, at ein føroysk sendinevnd, beitt av landsstýrisávum fór privata uttanríkisferð til ST við sínum óverdugu og fjákutu luksus-problemum. Hetta er meira álvarsamt, enn tá ið varaløgmaður var í Reykjavík á sinni. Ein óseriøs skemtiferð var camouflerað sum ein beisk Canossa-gongd! Vit ómaka hartarbeiðandi ST-diplomatar við politiskum óvitaspæli, hóast hesir eru vanir at fáast við kríggj, hungur og hall!
Men føroyski skattgjaldarin og fólksins knáu sendimenn kunnu ugga seg við tí, at flogferðin og vistarhald føroysku sjálvbjargnismanna varð goldin av danska uttanríkismálaráðnum. Fullveldismenn ferðast nevniliga sum danskir gratistar, teir fingu ein góðan túr burturúr tí og komu tí persónliga ikki heilt aftur sum av torvheiðum ? so er bara eftir at ynskja, at teir ikki fáa hollendska sjúku.

Við diplomatiskari kvøðu
Virgar Dalsgaard