Tollaksmessudag vórðu liðin 25 ár síðani, at standmyndin Traðarmaðurin, sum stendur sunnan fyri ráðhúsið í Havn, varð avdúkað.
Tað er Hans Pauli Olsen, listamaður, sum hevur gjørt standmyndina, sum varð sett upp til minnis um tað stóra arbeiði, sum traðarmenninir gjørdu í Havn.
Tað var elsti traðarmaðurin í Havn, Jens Petur Rubeksen, vanliga nevndur Pedda Post, sum avdúkaði standmyndina.
Á myndini eru eisini Jákup Simonsen, skrivari í mentanardeildini, og Poul Michelsen, borgar- stjóri í Tórshavnar kommunu.