Heðin Mortensen
býráðslimur sambandsvalevni til Tórshavnar býráð
Samstundis sum vit fegnast um hetta, eiga vit at ansa eftir, at traðamaðurin ikki fer í søguna, men eins væl kann vera ímyndin av monnum í høvuðsstaðnum, nú vit eru á veg inn í 21. øld.
Traðirnar eru millum ár og dag komnar mongum manni væl við, ið vildi stytta sær stundir og takast við aldargamalt ítriv, samstundis sum tær eru við til at halda lív í mongum gomlum siðum og siðvenjum, føroyingurin altíð hevur sett eina æru í.
Tá vit so vita, at bíðirøðirnar eftir at fáa traðir eru langar, eigur Tórshavnar kommuna at taka neyðug stig, so eisini hesar bíðirøðirnar kunnu styttast.
Kommunan eigur nógva jørð, ið er vælegnað og uppløgd at verða løgd inn til traðir, so gleði kann fáast av hesi jørð, samstundis sum hon sleppur at geva nakað av sær.
Verður hetta gjørt, kunnu tilfeingi sum epli, rótakál, kjøt, fuglur og annað koma mongum húskjum í høvuðsstaðnum til góðar og vera til stóra gleði.
Og í mongum førum ber til hjá fleiri at vera saman um traðirnar, so eitt nú beiggjar ella feðgar kunnu vera um eina trøð, samstundis sum bíðirøðin tá minkar uppaftur skjótari.
Eg vil arbeiða fyri, at kommunala jørðin á henda hátt kann koma so mongum sum gjørligt til góðar, samstundis sum jørðin tá fær sítt sanna virði og lívgar gamlar siðir og kemur at verða mongum húskjum til stórt gagn.