Samgongan 100 dagar
? Eg trívist rættiliga væl í leiklutinum sum løgmaður.
Jóannes Eidesgaard hevur nú verið løgmaður í góðar 100 dagar. Løgtingið er farið í summarfrí og tingsetan er endað.
Og tað er ein vælnøgdur stjórnarleiðari, sum lítur afturum bak eftir sínum fyrsta tíðarskeiði sum løgmaður.
? Eftir at hava sitið í andstøðu í átta ár, er tað rættiliga upplyftandi at koma aftur í samgongu, sigur hann.
? At vera í andstøðu er mangan ein oyðimarkargongd og afturímóti tí er leikluturin sum Føroya Løgmaður ótrúliga áhugaverdur og positivur. Og hóast tað er nógvar ferðir strævnari enn at sita í andstøðu, er tað nógv áhugaverdari at fáast við uppbyggjandi samgongupolitikk, heldur enn at sita uttan ávirkan í andstøðu.
Hann sigur, at leikluturin sum løgmaður er ein heilt annar enn leikluturin, sum formaður javnaðarfloksins.
? Løgmaður umboðar ikki ein einstakan flokk. Hann umboðar allar flokkarnar í samgonguni og tí er tað rættiliga stórur munur á løgmanninum Jòannesi Eidesgaard og á javnaðarmanninum Jòannesi Eidesgaard.
? Uppgávan hjá løgmanni er fyrst og fremst at samskipa arbeiðið hjá samgonguni og at samansjóðað samgonguna og tað er ein heilt annar leiklutur enn at vera formaður fyri ein einstakan flokk.
? Sum løgmaður eri eg meiri ein politiskur umsitari hjá allari samgonguni enn eg eri floksformaður hjá javnaðarflokkinum.
Arbeiða sera væl saman
Og Jóannes Eidesghaard heldur, at tað hevur gingið bara heilt væl at samskipa og samansjóða samgonguna
?Nógvar góðar ætlanir hava byrjunnartrupulleikar og tað hevði hendan samgongan eisini.
Her sipar hann til tað, at hann at kalla beinanvegin samgongan var komin í eygað, føldi seg noyddan at koyra Johan Dahl frá sum landsstýrismann í fiskivinnumálum.
? Men annars hevur samstarvið í landsstýrinum gingð sera væl. Arbeiðslagið ímillum landsstýrismenninar er sera gott og eg haldi eisini, at arbeiðslagið ímillum samgongulimir sum heild, er gott.
?Tað, sum ofta hevur verið trupult, er at fáa eitt gott samskifti ímillum landsstýrið og løgtingið. Tí er tað eisini eitt mál, sum eg havi brúkt rættiliga nógva orku uppá at fáa í rættlag.
Løgmaður heldur eisini, at tað hevur eydnast. Hann heldur, at ein orsøk til, at tað hevur eydnast væl, er, at tey hava samgongufundir oftani.
?Vit hava longu havt fýra samgongufundir. Sostatt eru samgongufundir ikki longur bara, tá ið politiskar kreppur eru. Tvørturímóti hava vit brúkt samgongufundir til at tosa um politisk mál, júst fyri at sleppa undan, at politiskar kreppur taka seg upp.
? Og eg haldi, at samgongan er rættiliga væl samansjóðað, leggur hann afturat.
Skal verða betri næsta ár
Ì sambandi við fíggjarlógina hendi tað, at fíggjarnevndin at kalla rundvelti uppskotið frá landsstýrinum og framdi rættiliga stórar skerjingar í tí. Er ikki tað eitt tekin um, at samskiftið, er kanska ikki so gott ímillum landsstýrið og samgonguna annars?
Tað heldur løgmaður ikki.
Hann sigur, at tá ið fíggjarlógin varð løgd, hevði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum alla tíðina umboð fyri samgonguna við í viðgerðina. Sostatt var samgongan allatíðina kunnað um tað, sum fór fram. Og áðrenn uppskotið varð lagt fram, vóru samgongulimirnir í fíggjarnevndini somuleiðis kunnaðir um uppskotið.
? Men ímeðan uppskotið er til viðgerðar, verða roknskapirnir fyri 2003 og roknskapirnir fyri fyrsta ársfjórðing í 2004 lidnir og sostatt fær fíggjarnevndin eisini teir at halda seg til í viðgerðini.
? Við roknskapunum í hondini, gjørdi fíggjarnevndin so av at gjøgnumganga øll tølini og at broyta tey eftir roknskapartølunum.
Jóannes Eidesgaard sigur, at sosatt var ein hópur av sparingum gjørdar í uppskotinum.
Men hann fýlist kortini á, at fíggjarnevndin ikki samstarvaði meiri við landsstýrið um tær skerjingar, sum hon gjørdi.
? Tað var ikki nóg gott hesuferð og skal vera betri næstu ferð.
? Tað vísti seg nevniliga, at landsstýrið kundi ikki liva við einum parti av teimum sparingum, sum fíggjarnevndin gjørdi og tí mátti nøkur tøl hækkast aftur.
Jòannes Eidesgaard sigur, at landsstýrið hevði avgjørt at raðfesta eldraøkið, serforsorgina og heilsuverkið høgt og kundi av tí sama ikki góðtaka sparingarnar hjá fíggjarnevndini. Sostatt vórðu játtanirnar til tey trý økini hækkað aftur.
Nú er landsstýrið so farið undir eina nýggja fíggjarlóg.
Løgmaður fegnast um, at metingarnar vísa, at inntøkurnar hjá landskassanum eru farnar at kvinka uppeftir aftur. Tí ber ikki til at siga, hvussu fíggjarlógin kemur at síggja út.
?Men málið er heilt greitt, at hallið skal vera minni enn á fíggjarlógini í ár.
Hvørjar sparingar verða og um nakrar sparingar verða, veldst alt um, hvussu inntøkutølini síggja út.
Í aðrari grein á síðu 9 í blaðnum í dag, heldur tú, at andstøðan ger alt ov nógv við at seta spurningar fram í løgtinginum. Eitt annað er,at andstøðan hevur skuldsett samgonguna fyri beinleiðis at boykotta orðaskifti í løgtinginum. Eitt nú hava summi tingfólk víst á, at tað var merkisvert, hvussu tigandi samgongan var, tá ið fíggjarlógin var til 2. viðgerð?
? Tað er ikki rætt. Orðaskiftið undir 2. viðgerð um fíggjarlógina var merkt av, at tað var ein samd nevnd, sum legði álitið fram.
? Men annars varð orðaskiftið týðiliga merkt av, at tinglimur úr samgonguni longu tá visti, at tað fóru at koma munandi broytingaruppskot til 3. viðgerð og tí høvdu teir ikki orðið so nógv.
Nógv komið á skaftið
Annars heldur løgmaður, at samgongan hevur fingið rættiliga nógv á skaftið hesar fyrstu 100 dagarnar, hon hevur sitið.
Nógv mál eru avgreidd, samstundis sum gongd er sett á fleiri onnur mál, sum vera avgreidd so við og við, tey eru liðug.
? Eitt nú hevur málið um landbúnaðin ligið óloyst í nógv ár, men nú hevur tað so eydnast hesi samgonguni at loysa tað.
Løgmaður heldur, at tað er eitt rættiliga stórt mál, tí nú verður landsjørðin løgd beinleiðis undir tað politiska ábyrgdina.
Sum er, liggur landsjørðin undir jarðarráðnum, sum mangan hevur verið skuldsett fyri at vera ein statur í statinum.
? Samstundis fer nú at bera til at fáa skil á fíggjarligu viðurskiftunum hjá bøndrunum, og tað er ein rættiliga grundleggjandi fortreyt fyri at koma víðari at menna landbúnaðin.
Samgongan hevur eisini framt málið um persónsupplýsingar.
-? Tað var eitt mál sum lá og gnagaði politisku skipanina og tað endaði við, at landsstýrið fekk eitt sakarmál yvir høvdið.
Tað málið er nú loyst og sakarmálið er tikið aftur.
Eitt annað stórt mál er, at málið um talgilda heilsuskipan til skjúkrahúsini.
Samgongan hevur eisini samtykt eina lóg um 2. útbjóðinrarumfar í sambandi við oljuvinnuna
Og so hevur samgongan eisini tikið neyðug stig fyri at geva alingini betri karmar at virka undir.
? Vit hava skapt fortreytir fyri, at alivinnan kann halda fram við tað, at nú kunnu útlendingar seta pening í føroysku alivinnuna, sum teir vilja og samstundis kunnu aliloyvi veðsetast.
? Vinnan førdi fram, at hetta vóru tvær fortreytir fyri, at alivinnan yvirhøvur kundi halda fram og tær fortreytirnar hava vit so skapt, sigur Løgmaður.
Annars eru onnur mál, sum gongd er sett á og sum verða sett í verk seinni, so við og við,tá ið tey eru liðug.
Eitt slíkt mál er ein nýggjur bústaðarpolitikkur, sum verður stungin út í kortið nú, Eitt annað málið er um sjúkrakassarnar, sum fer at bera í sær, at øll koma at betala tað sama í sjúkrakassa, sama, hvar í landinum, tey búgva.
Eitt annað mál, sum løgmaður sjálvur ikki so hugaður fyri, men sum skal fremjast, tí tað er avtalað í samgonguni, er at einskilja Føroya Banka. Samstundis arbeiðir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum við at fáa skil á fløkjuni um lógini um vinnuligan fiskiskap, sum hevur verið fyri hvøssum atfinningum.
Annars eru eisini tvær týdningarmiklar frágreiðingar lagdar fyri tingið. Onnur er frágreiðingin um null-hugsjónina, sum hevur til endamáls at leggja ein politikk til rættis so at ongin doyr, ella fær álvarsligar løstir í ferðsluni. Hin er frágreiðingin um, hvussu føroyingar skulu lata menningarhjálp
Samstundis vísur løgmaður á, at tað er framvegis eitt mál hjá samgonguni at lækka skattin.