Leygardagin skipaði Reyði Krossur Føroya fyri árligu landsinnsavningini, har fólk kunnu hjálpa til við at savna inn pening til neyðstødd úti í heimi.
Eisini ítróttafeløg vóru millum tey mongu, ið stuðlaðu Reyða Krossi á degnum og gingu hús úr húsi við teimum eyðkendu reyðu bússunum hjá felagsskapinum.
Á myndini eru tað ungdómar úr Róðrarfelagnum Knørri í Havn, sum eru avmyndaðir saman við Suna Vinther og Hjalta í Jákupsstovu, formanni og næstformanni í Reyða Krossi Føroya.