Íløgur í ítrótt koma ferfalt innaftur. Sum ungdómsformaður í B36 kann eg neyvan fegnast meira, enn tá eg síggi ein fullan vøll av glaðum børnum tuska runt eftir einum bólti, meðan foreldur og onnur avvarðandi hugna sær og hyggja at. Eins hugaligt er tað at uppliva glað børn í innandurða ítrótti, sum hondbólti, flogbólti, badminton o.s.fr., tað verið seg til venjing ella í kapping. Og ikki minni hugaligt er tað at síggja ungfólk í kappróðrabátum á Vágni ella í Nólsoyrafirði, ella tá bátarnar koma grøvandi inn móti málinum í einum av stevnunum. Ivist heldur ikki í, at onnur hava somu uppliving av frælsum ítrótti, svimjing og mongum øðrum ítróttargreinum.
Felags fyri alla ítrótt er, at íðkanin gevur trivnað og samanhald. Liðítróttin lærir m.a. børn og ung, at samstarvið er lykilin til at klára seg væl. Og einstaklingaítróttin lærir m.a. børn og ung at verða málrættað. Samanlagt er alt hetta týdningarmiklir eginleikar, sum øll hava brúk fyri seinni í lívinum.
Eldsálirnar bera ítróttina
Miðleingjan í ítróttarfeløgunum eru tær sjálvbodnu eldsálirnar, sum bæði gerandisdagar og í vikuskiftunum leggja nógvar arbeiðstímar í at gera trivnaðin hjá børnum og ungum so góðan sum gjørligt. Men alt ov ofta berjast hesar eldsálir við eina rúgvu av praktiskum viðurskiftum sum kundu hava verið so nógv betri, um onkur kommunal íløga dryppaði á tey.
Íløgur í ítrótt eru íløgur í trivnaðin hjá børnum og ungum, og hesar íløgurnar geva ferfalt aftur. Kanska eru tað nøkur rokniørk, sum ikki fanga hetta. Men tað er ein sannroynd, at ung sum íðka ítrótt og njóta felagsskapin í ítróttinum, sjáldan koma sær í trupulleikar sum ung ella vaksin. Tí eru kommunalar íløgur í karmarnar kring ítróttina eins náttúrligar og týdningarmiklar sum íløgur í skúlar og ymiskt annað frítíðarlív.
Tvær stórar íløgur og fleiri smærri
Útbyggingin av svimjihøllini er samtykt, og skal fremjast í komandi valskeiði. Men tað er eins neyðugt at fyrireika og byggja eina marghøll, sum skal verða karmur um okkara altjóða dystir í hondbólti og øðrum innandurða ítróttarkappingum. Felags fyri hesar báðar íløgurnar er, at tær rúma øðrum virksemi enn ítróttini. Nýggi parturin av svimjihøllini verður m.a. karmur um ein vælverudepil við alskyns hentleikum, meðan marghøllin eisini skal hýsa konsertum, ráðstevnum og øðrum størri tiltøkum.
Í Gundadali liggur Ovari Vøllur sum eitt skendsil, hóast hann er heimavøllur hjá teim báðum størsti feløgunum í landinum. Kommunan skal tí beinan vegin fara í samráðingar við HB og B36 um at gera ein millumbygning millum felagshúsini, har feløgini kunnu langtíðarleiga hvør sína helvt. Har kundi kommunan bygt sjálvan bygningin, meðan feløgini sjálvi gjørdu innrættingina av honum og fíggjaðu hesa. Tá hetta arbeiðið er liðugt eigur bygdaskýlið at verða tikið niður, og eitt tíðarhóskandi skýli bygt har í staðin.
Nýggja ÍSF-húsið skal ikki kloynast uppí bygdaskýlið. Um ÍSF skal byggja, kundi hetta hóskandi verið uppi við Tórsbreyt, har ÍSF-húsið eisini kundi hýst ítróttarlegum og annars verið karmur um tiltøk í sambandi við frælsan ítrótt. Í Hoyvík eigur eitt skýli og tilhoyrandi hentleikar at verða bygt við nýggja vøllin, meðan skýlið á Argjum eigur at verða liðugt innrættað. Gloymast má heldur ikki, at 2. byggistig á Argjum er ein endatribuna, sum samstundis skal líva ímóti vesturættini.
Kappróðurin í kommununi byggir á eitt stórt sjálvboðið arbeiði, og her eigur kommunan at veita feløgunum ein munagóðan stuðul. Serliga Knørra-felagið er eftirbátur, og her skal ein loysn finnast so felagið fær tíðarhóskandi karmar kring teirra virksemi. Sama er galdandi fyri kappróðrafeløgini á Argjum og í Kollafirði, sum hava stóran týdning fyri samleikan á staðnum. Kappróður er tjóðarítrótt okkara, og skal eisini virðast sum slík tá kommunan ser sína fíggjarætlan.
Íløgur í ítrótt gera sera stóra nyttu fyri mong børn og ung. Og vit hava heilt einfalt ikki ráð til at lata vera við at fremja hesar.