Trúttandi tvørbøll og forstokkaðir kværulantar eru ikki nakað føroyskt uppfinnilsi

Longu í gomlu gresku antikkini vóru eitt slag av hálv- ella heilintellektuellum fólki, sum javnliga plágaði samfelagið og serliga býin Athen við teirra konstantu trongd til at tjakast um alt og einki! Teir vóru tiltikin tvørbøll! Teir tjakaðust oftast fyri tjakið skyld! Teir disputeraðu heldur enn debatteraðu! Hesir menn vórðu róptir sofistar. Teir átóku sær at »prógva« hvat sum helst. Teir vóru meistarar í sonevndum dialektikki!

Dialektikkin er ein metoda, har argumentið fyri einum máli ofta verður gjørt ækvivalent við argumentið móti sama máli! Formur kann skjótt fáa meira týdning enn innihald (substansur)! Fyri nógvar sofistar ráddi meira um at fáa rætt enn at hava rætt! Tey flestu, sum royndu at argumentera móti teimum blivu næstan í ørviti, tí teir vendu øllum á heysin!
Bæði Sokrates og serliga Platon ávaraðu og stríddust móti fleiri av sofistunum, sum teir hildu vera ónyttur, charlatanar og kværulantiskar orðklúgvarar; - einstakir sofistar vóru kortini góðir lærarar, m.a. í retorikki, eitt nú menn sum Gorgias og Protagoras.
Gjøgnum alla miðøldina vórðu lærustovnar og kleysturskúlar javnan vitjaðir av dialektiskum debattørum, men kirkjan køvdi teir oftast við autoriterum dogmum!
Men aftaná reformatiónina, serliga í seytjandu øld kom dialektiska trongdin til at disputera aftur í hásætið, og nógvir intellektuellir skilamenn brúktu ta kostbaru lesnaðartíðina til ørkisleysar debattir um fiktiv problem og petitessur, sonevnd pseudoproblem! Ludvig Holberg, sum sjálvur var universitetsmaður gjørdi gjøldur burtur úr teimum láturligu debattunum, sum teir disputerandi studentarnir fingust við, eitt nú í sjónleikinum Erasmus Montanus!
Í nítjandu øld kom dialektikkin av álvara aftur at herja universitetini, eitt nú við Hegel og seinni Karli Marx. Sjálvt um bæði Hegel og Marx vóru mætir filosoffar, fingu teir eitt ótal av disciplum, sum vóru sera vánalig plagiat av fyrimyndunum!
Marx fekk t.d. nakrar avleggarar, sum kallaðu seg marxistar! Tann totalitera kommunisman var sum kunnugt aftur ein avleggari av marxistunum! Hesir aggressivu politisku disciplar kallaðu seg fyri dialektiskar materialistar.

Frelstir dialektiskir framamenn
Mitt í tjúgundu øld vórðu vit føroysku studentar rættiliga nógv plágaðir av frelstum føroyskum kommunistum, sum kallaðu seg fyri dialektiskar materialistiskar leninist-marxistar á vitskapligum grundarlagi! Tað knípti hjá nógvum av teimum at siga hetta langa knortluta navnið! Men teir funnu hugagóðir saman í einum pubertilum felagsskapi, sum nevndist Framin; har vórðu teir systematiskt heilavaskaðir og nationalt knoðaðir í smáum studeri-cellum undir leiðslu av onkrum superfrelstum framaguru, sum aloftast hevði verið á kommunistiskari Jugend-kongres í Rostock í DDR og lært seg dialektiska debatt!
Tað fall m.a. í lut hjá okkum socialdemokratum at skulla debattera við hesar frelstu menn. Tað var líka so lukrativt og gevandi at debattera við hesar fanatikarar sum at práta við ein stein ella at sláa í eina dýnu! Teir vóru fulkomuliga forstokkaðir, púra allergiskir yvirfyri logikki og vardu tey mest karráu og vitleysu tiltøk hjá tí kommunistiska Sovjetsamveldinum við dialektiskum pseudoargumentum.
Eitt nú. álopið á Ungarn í 1956, chikanuna av litterera nobelvinnaranum Pasternak í 1958, ta
andskræmiligu byggingina av Berlinmúrinum í 1961; invasiónina í Prag í 1968, grovu viðferðina av litterera nobelvinnaranum Solzenitsjin, fyri ikki at nevna ómenniskjansligu tiltøkini móti atomfysikaranum Sakharov, nobelvinnara í fysikk  hann varð tvangsinnlagdur á psykiatriskt sjúkrahús, tí hann loyvdi sær at vera ósamdur við teimum ráðandi og kritiseraði teir alment etc.,etc.
Av tí at framamenn vóru nationalistar afturvið kommunismuni, - tað var ein herskin cocktail, komu teir eisini við vitleyst forskrúvaðum álopum á Danmark og serliga føroyskar og danskar javnaðarmenn í tíð og úrtíð!
Alt kundi verjast dialektiskt, og teir vardu tann mest brutala yvirgang eystanfyri jarntjaldið;
men vóru djúpt forargaðir hvørja ferð onkur smáhending kundi kritiserast vestanfyri

Tyngjandi subkulturellur arvur
Ein beinleiðis andiligur arvingi av hesum ónossliga subkulturi er harra Høgni Hoydal, eitt ovurpedantiskt megintvørball, sum er uppalt í púra einoygdum marxistiskum og dialektiskum umhvørvi og harafturat vitnisfast roknaði seg fyri dialektiskan marxist, líka til Berlinmúrurin datt! Hann lá leingi í lýggjari lívd av Múrinum, og tá ráddi bara sovjettiskt evstavald; seinni er hann seinni er hann metafysiskt flýddur til Kirkjubíggjar at kroka undan veruleikanum og gerandisdegnum!
Nógv hava ógvast yvir, hvussu stívrendur hesin norðuratlantiski smáfrøðingur er. Men atburður hansara er heilt eftir bókini hjá teimum tvøru framamonnunum. Hetta er tann klassiska frama-dialektikkin, tá ið hon var allarmest destruktiv!
Man trúttar, júkar, trætir og kværulerar um tær allarminstu og molekyleru petitessur. Man setir sær fyri at gera svart til hvítt og øvugt í hvørjari debatt. Man letist sum um sjónarringurin er so mikroskopiskt trongur, at tað ikki rúmast nakað argument ella nakar annar tanki enn forkálkað tjóðveldis-dogmatikk, sum so verður vard við dialektiskari fanatismu!
Harra HH hevur í longri tíð verið ekstremt nalvaskoðandi og sjáldsama tvørur superpedantur! Men soleiðis, sum hann hevur leikað í hetta seinasta árið, ber av øllum! Ikki nógmikið við, at hann lítið mansliga hevur jagstrað og forfylgt drottningina við dialektiskum møsni, so flestu føroyingar eru rodnaðir av skomm, men hann hevur eisini lagt á løgmann við púra vitleysum orðaklandri um totalt líkagyldug akademisk trætumál um proceduru, sum allarflestu juristar ikki høvdu skoytt um at debattera, uttan teir høvdu góða kenning!
Tað er somikið meira mansevni í Margretu, drottning enn í Høgna, at hon hevur stórt sæð ikki virt honum svar, men ypt øksl, sum gjørt verður við óflýggjaligar óargaungar! Men løgmaður hevur svarað. Hetta er púra burtur í vón og viti, at Føroya løgmaður hirðir at svara einum trætandi politiskum óvita! Hann hevur annað at brúka sína kostbaru tíð til, enn at svara einum pedantiskum tvørballi aftur! Løgmaður kundi akkurát tað sama ført eina drúgva samrøðu við Trøllhøvda  tað hevði loyst seg nógv betri!

Einki kjøt uppi á hoydalsbeininum
Tað er so lítið kjøt at piða uppiá hesum spinkla høgnabeini, at tað kundi ikki mettað eina klænvaksna kolibri! Men harra Høgni framtúrar í at trútta, manipulera og disputera, - tað er sum um tað stendur um lív at fáa prógva í hvørjum enda á svávulspinninum, at svávulin situr! Slíkt er drúgt arbeiði  tað kann lættliga gerast monomani fyri lívstíð!
Sum flestu sofistar hevur hann als einki eyga fyri de facto-málum. Hann livir og krógvar seg í einum de jure- heimi. Passar veruleikin ikki inn í verðinsbílætið hjá einum dialektikara, er tað bara verst fyri veruleikan! Slíkir menn flýggja inn í virtuellan realitet  og har ráða teir sjálvir!
Fyri HH er procedura meira avgerandi enn praksis, úrslit og veruleiki! Men hetta er ofta ein sjúka hjá dialektikaranum. Hann skal vera ímóti, og hann viðurkennir aldri argument frá mótpartinum.
Tey, sum ikki makta gerandisdagin og praktiskan politikk leita sær ofta út í politisku oyðimørkina at rópa um pseudo-jura og proceduru-feilir!
Tað syndarliga við harra HH er, at hann er so forblindaður av síni sjálvsyvirvurdering, at hann billar sær inn, at vit onnur halda hann vera ein raskan drong, tá ið hann ýlir við sínum illa funderaðu juridisku rakstrarrópum eftir løgmanni og drottningini og fatar ikki, at hann er politisk rukka! Hann heldur seg vera eitt eindømi og heilt úr leikum tiknan sum trætandi sofist, men hann hevur, sum nevnt hegnigari undanmenn, sum hava minst hálvttriðja túsund ár á baki, og hann er avgjørt heldur ikki nakað unikum sum føroyskt politiskt tvørball.
Tjóðveldisflokkurin hevur hýst nógvum øðrum tvørum fanatikarum gjøgnum árini!
Tí er tað helst eisini til fánýtis at royna at hjálpa so forstokkaðum pedanti sum harra Hoydal aftur á eina sámuliga politiska gøtu; - hann er helst langtsíðani handan allan pedagogikk; men tað kann vera, at hann kortini við at lesa niðanfyristandandi uppbyggiliga týska studentaskúla-stubba kanska kundi tikið eitt lítið sindur í egnan barm og eina stutta løtu førka focus eitt evarskalítið vet burtur frá sínum egna tjóðveldisnalva! Tað hevði helst givið perspektiv, tamba tann heimføðisliga sjónarringin og bøtt munandi um útsýnið!


Í EINA FAKTABOX!!!!!!!!!!!
Hvat er dialektikkur ?

Tveir fimtan ára gamlir studentaskúlanæmingar komu algoystir til tann læraran, sum undirvísti teimum í forngreskum máli og spurdu hann:  Harra lektorur, høvdu tygum gjørt so væl at sagt okkum, hvat dialektikkur er fyri nakað?
Lærarin hugsaði seg um eina góða løtu, og so helt hann fyri:
Eg fari at greina tykkum hetta við einum lítlum dømi:

Tveir menn koma heim til mín; annar er reinur og nossligur; hin er gravskitin. - Eg royni at vera gestablíður og bjóði báðum eitt bað. Hvør av teimum, halda tit, tekur ímóti mínum tilboði um bað?
Tann skitni, sjálvandi, søgdu báðir næmingarnir sum við einum munni!
Nei, tann reini, svaraði lærarin,  tí hann er vanur við at baða sær, tann skitni harafturímóti leggur einki í at baða! Ná, mínir vinir, hvør av teimum fer altso í bað?
Tann reini, hildu næmingarnir nú fyri.
Nei, tann skitni, tí hann hevur brúk fyri einum baði! svaraði lærarin og spurdi alsamt: Nú, hvør av mínum vitjandi tekur so hatta baðið?
Tann skitni, róptu næmingarnir enn einaferð!
Men nei, - báðir sjálvandi, segði lærarin. Tann reini er jú vanur við at baða, og tann skitni treingir harðliga til tað! Altso, hvør tekur baðið, góðu menn?
Báðir, svaraðu næmingarnir ikki sørt ørkymlaðir.
Nei, tvørturímóti - hvørgin teirra, mælir lærarin avgjørdur, tí tann skitni plagar jú ikki at baða, og tann reini hevur als ikki brúk fyri einum baði!
Ja, men, mótmæltu teir hugavilstu gymnasiastarnir, hvussu kunnu vit fata hetta? Tygum siga hvørja ferð okkurt annað, og tað er altíð tað allarsíðsta, sum er rætt - tygum muta jú ímóti øllum tí, sum vit halda!
 Íðan, ungu menn, síggja tit, - soleiðis er dialektikkur! segði lærarin og fór yvir móti lærarastovuni við einum stórum, men ikki ófryntligum brosi.
(Leysliga týtt úr týskum studentaskúlatilfari til HF og gymnasium.)



Fara kinesarar at fylkjast við høgnesarum?
Jóannes Patursson skuldi eitast at vera loysingarmaður, men var reelt næstan norskur
sambandsmaður  Erlendur Patursson segði seg eisini vera loysingarmann, men royndist meira
sum undirbrotligur íslendskur sambandsmaður.  Soleiðis hevur eisini verið við høgnamonnum!
Teir hava fegnast um og vælsignað, at vit eru við at avreiða alt okkara vinnulív til Íslands, men nú hevur Hoydal lagt sjáldsaman trumf á og er við at búnast til og leypa út sum kinesiskur sambandsmaður!.
Her er veruliga eitt nýskapilsi í føroyskari nationalismu og aðrari undirlutakenslu. Tað verður ikki lætt hjá Danmark at telva við 1200 milliónir kinesarar! Ein fusión millum Hoydals-Føroyar og kommunist-Kina kann gerast ein ræðandi sterkur ríkisfelagsskapur! Dialektiskt skuldi tað ikki verið trupult hjá høgnesarum at prógva, at vit hava nógv meira til felags við Kina enn við Danmark.
Eins og HH í síni tíð andiliga hoyrdi heima handan Berlin-múrin og síðani politiskt hevur byrgt seg inni í sjálvum Kirkjubíggjar-múrinum, so fer tað dialektiskt ikki at vera trupult hjá honum at finna seg til rættis handan Kinesiska Múrin. Eftir gomlum frama-logikki er tað greitt fyri hvørjum høsnarhøvdi, at Føroyar og Kina eru á einhvønn hátt í allarevsta hoydals-týdningi púra javnbjóðis tjóðir við nærskyldum problemum á næstan øllum økjum!. Tað má vera dialektiskt týðuligt og krystallklárt fyri einhvønn smátvøran høgnesiskan tjóðveldisfantast!