Trý systkinabørn í trimum ymiskum flokkum

Petur í Túni, Kári Petersen og Erla Berghamar verða millum gestirnar á Rás2 í dag. Onnur systkinabørn og borgarstjórar verða eisini at hoyra á Rás2 í dag. Petur í Túni, Kári Petersen og Erla Berghamar eru øll barnabørn hjá Andrias og Sannu í Túni av Toftum. Petur stillar upp fyri Tjóðveldi. Kári stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin, og Erla stillar upp fyri Fólkaflokkin. Hesi trý verða gestir á Rás2 millum 15.30 og 16.00. Eftir kl 15.45 kemur Sæunn Ó. Hansen á tráðin, sum er gift við einum fjórða systkinabarni, og stillar upp fyri Sambandsflokkin. Í sendingini, sum er millum 15 og 17 fara Jan Müller og Heri Simonsen eisini at tosa við tvey onnur systkinabørn, sum stilla upp fyri tveir ymsar flokkar. Tá er talan um Rúnu Sivertsen og Jógvan á Lakjuni, sum stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin og Fólkaflokkin. Annars verða núverandi og fyrrverandi borgarstjórar, sum stilla upp til løgtingsvalið, eisini á tráðnum. Talan er um Fríðgerð Heinesen (B), Rodmund Nielsen (A), Tordur Niclassen (H) og Heðin Mortensen (C).