Trýstið frá okkum hevur givið úrslit

FÍGGJARÆTLAN Eg eri væl nøgdur við, at samgongan hevur lurtað eftir okkum, sigur Jan Christiansen, býráðslimur

- Eg kann vera samdur við nokk so nógvum.
Tað er skoðsmálið, Jan Christiansen, býráðslimur í Havn, gevur fíggjarætlanini, sum samgongan í býráðnum í Havn, hevur lagt fyri býráðið.
Samgongan í byráðnum legði uppskotið til fíggjarætlan fyri 2013 fyri býráðið í gjár.
Tað var ikki gamalt, at andstøðan í býráðnum tekur undir við fíggjarætlanini.
Men Jan Christiansen úr andstøðuni sigur við Sosialin, at hann kann taka undir við stórum parti av fíggjarlógini.
- Fíggjarætlanin er akkurát løgd fram, so vit hava ikki havt stundir at lesa hana so gjølliga, sigur hann.
- Men sum heild eru vit samdir við rættiliga stórum parti av fíggjarlógini, leggur hann afturat.
Serliga fegin er hann um, at skatturin lækkar og barnafrádrátturin hækkar.
Tað tekur hann sum tekin um, at trýstið frá andstøðuni um at fáa skattin niður, hevur givið úrslit.
- Samgongan hækkaði skattaprosentið eitt prosent í 2010 og 2012 fyri at brúka eyka inntøkuna at fíggja Boðanesheimið við.
- Tá lovaði samgongan, at skatturin skuldi lækka aftur, tá ið Boðanesheimið var liðugt.
Men tað varð liðugt, uttan at samgongan lækkaði skattaprosentið aftur í ár.
- Eitt prosent í kommunuskatti í Havn er einar 30 milliónir. Og sostatt hevur samgongan tikið 30 milliónir meiri inn í skatti frá Havnarborgarum, enn hon hevði lovað.

Fer ikki at skilja okkum
Jan Christiansen sigur, at tað hevur verið eitt hjartamál hjá andstøðuni at skatturin skuldi lækkast aftur.
Samstundis hava vit viljað, at barnafrádrátturin hækkar upp í 10.000 krónur fyri hvørt barn.
- Vit hava áhaldandi lagt trýst samgonguna at fáa hana at halda síni lyfti og nú sær tað út til, at tað trýstið hevur givið úrslit, sigur hann.
Hann sipar til, at samgongan ætlar, at næsta ár skal kommunuskatturin lækka 0,5%, men samstundis skal barnafrádrátturin hækka 2500 krónur fyri hvørt barnið, úr 5.500 krónum, upp í 8000 krónur.
Jan Christiansen sigur, at tað svarar eisini til umleið eitt hálvt skattaprosent.
Hann heldur, at hetta er avgjørt eitt stig tann rætta vegin og hann væntar ikki, at hetta fer at skilja samgonguna og andstøðuna í býráðnum.
Nú skal fíggjarætlanin til viðgerðar í teimum ymsu nevndunum.
- Tað kann hugsast, at onkrar skrúvur verða stillaðar afturat, so at skattalækkingin kanska verður eitt sindur minni, men at barnafrádrátturin afturfyri verður eitt sindur hægri, so at úrslitið tilsamans verður tað sama.

Ikki enn á sinni
Annars dámar Jan Christiansen lítið, at samgongan ætlar at nýggi Vesturskúlin, sum tað er í umbúna at byggja, partvís skal fíggjast við láni.
Tað er blóðskeivt at binda komandi ættarlið niður við eini stórari skuld.
- Við árslok í ár verður lánibyrðan hjá Tórshavnar Kommunu einar 185 milliónir. Vit rinda 25 milliónir um árið í rentum og avdráttum og vit eiga at sópa fyri okkara egnu hurðum og rinda lánið aftur og ikki leggja byrðarnar á komandi ættarlið.
Hinvegin ivast Jan Christiansen í, um nýggi Vesturskúlin yvirhøvur verður til nakað í bræði.
- Tað liggur í kortunum, at landið skal keypa Venjingarskúlan til Fróðskaparsetrið og tað skal partvís fíggja ein nýggjan superskúla í vesturbýnum, sum kanska fer at kosta einar 300 milliónir at byggja.
- Men eg ivist í, um landið fer at keypa Venjingarskúlan í hesum døgum, nú samgongan er komin í neyð av skúladeplinum í Marknagili, sum verður nógv dýrari enn mett, heldur Jan Christiansen.
- Eg vænti, at tað liggur langt frammi í tíðini, leggur hann afturat.
Hann heldur, at samgongan í býráðnum man heldur ikki vænta sær tað stóra, tí hon hevur bara sett tríggjar milliónir av til Vesturskúlan næsta ár og tað røkkur púra ongan veg.

Bara á tekniborðið
Jan Christiansen sigur, at enn dugir hann ikki at siga, hvussu Vesturskúlin skal fíggjast, um so er, at onki lán skal takast. Hann dugir heldur ikki at siga, hvussu íløgurnar skulu umraðfestast, skal Vesturskúlin byggjast uttan at taka lán.
Kortini harmast hann um, at Tórshavnar Kommuna ikki hevur ráð til størri íløgur.
- Orsøkin til tað er, at raksturin er vaksin so ómetaliga nógv síðstu árini og tí er onki at ivast í, at raksturin skal tálmast hesi næstu árini.
Annars heldur hann, at fíggjarætlanin luktar ov illa av, at endamálið hjá samgonguni er at royna at geva øllum eina kenslu av, at tey verða lívgað.
- Tað skal síggja gott út á pappírinum og tí eru nógvar ætlanir nevndar. Men tað er ógvuliga avmarkað við pengum, sum verður sett av nógvastaðni og tað sigur mær so mikið sum tað, at samgongan væntar ikki, at hesar ætlanir koma longri enn á tekniborðið.
Ístaðin mælir hann til, at býráðið ger eina langtíðar íløguætlan so at tey vita akkurát, nær tær ymsu verkætlanirnar skulu byggjast.